Mennast inkluderaðu næmingarnir á nøktandi hátt, ella eru teir bert inkluderaðir á matrikli?
Tað hevur víst seg at vera sera avbjóðandi fyri skúlaskipanina at fáa inklusjónina at hepnast. Jónleif Johannesen, næstformaður í Føroya Lærarafelag, skrivar soleiðis á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum, skulabladid.fo:
Í fleiri ár hava øll skúlaverkini í Norðurlondum arbeitt við at fremja størri inklusjón í fólkaskúlanum. Tað merkir, at skipanin skal megna at hava eitt størri tal av næmingunum inn í vanliga fólkaskúlanum og færri á serskúlum. Tankin er góður, men tað hevur víst seg at vera sera avbjóðandi fyri skúlaskipanina at fáa inklusjónina at hepnast. 1. juni 2015 var ein evnisdagur í Keypmannahavn, har lærarar úr Føroyum, Noregi, Svøríki, Grønlandi, Danmark og Finlandi vóru bodnir við. Eitt av evnunum á skránni var inklusjón. Ein av størstu trupulleikunum er, at inklusjónin skal fremjast í verki, samstundis sum skúlaskipanirnar eru undir peningaligum trýsti og ikki fáa rúm til at tillaga neyðugu karmarnar. Hetta viðførir, at næmingar koma at vera inni í vanliga fólkaskúlanum, men ikki fáa ta menning, teir hava tørv á. Sigast kann, at teir eru inkluderaðir á matrikli, men eksluderaðir frá menning, og tá er meiri mist enn vunnið.
Einki Norðurland kundi vísa á tær góðu søgurnar í hesum føri, og tað er ræðandi. At einki land hevur megnað at lyft hesari avbjóðing, sigur eitt sindur um, hvussu stór avbjóðingin er, og at málið eigur at endurskoðast. Heldur skipanin fast við, at inklusjón skal fremjast í verki, mugu myndugleikarnir raðfesta økið peningaliga. Tað er eitt mark fyri, hvussu leingi ein vælmeinandi tanki kann halda eini skúlaskipan á pínubeinkinum. Tað er sambært fleiri norðurlendskum lærarum komið hartil, at myndugleikarnir mugu velja millum at tillaga inklusjónina, til ta orku teir vilja brúka upp á endamálið, ella at halda fast við góða inklusjónstankan og uppraðfesta økið.
Føroyski fólkaskúlin er millum tær skipanir, sum vísa seg at megna inklusjónina eina best, tá ið talan er um, hvussu nógv prosent av børnunum ganga í vanligum fólkaskúla, men eingin hevur veruliga kannað, hvat hetta merkir fyri floksumhvørvið. Mennast inkluderaðu næmingarnir á nøktandi hátt, ella eru teir bert inkluderaðir á matrikli? Hetta er ein týðandi spurningur, vit í Føroyum áttu at varpað ljós á, skrivar Jónleif Johannesen á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum.




