Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Enn er nakað eftir at grava

Tíðindaskriv

Kavaruddingin byrjaði longu kl. 05 í morgun, men enn eru nakrir vegir eftir at grava. Í tí sambandi heitir Klaksvíkar kommuna á borgarar, um ikki at koyra á vegum, ið enn ikki eru grivnir. Hetta er serliga fyri, at bilar ikki skulu setast fastir og gera arbeiði at grava truplari.

Tað er komin sera nógvur kavi niður í nátt, og fólk fra hjá kommununi leggja stóra orku í at fáa allar vegir grivnar. Tó kann ganga rúm tíð áðrenn alt er grivið. Tí verður heitt á allar bilførarar um at vísa stórsta varsemi í ferðsluni