Nøkur pláss eru eftir á mansleguni, sum verður í Leguhúsinum í Nesvík frá 6. til 8. september. Legan, sum í ár hevur temaið “modernaði maðurin”, hevur verið sera væl umtókt seinastu árini.
Nøkur pláss eru eftir á mansleguni, sum verður í Leguhúsinum í Nesvík frá 6. til 8. september. Legan, sum í ár hevur temaið “modernaði maðurin”, hevur verið sera væl umtókt seinastu árini.
Á mansleguni verða evni tikin upp, sum eru viðkomandi fyri menn í dag. Tríggir fyrilestrar eru á skránni, og evnini í teimum eru ávikavist “virðing”, “raðfesting” og “ábyrgd”. Eisini eru aðrir aktivitetir: fótbóltur, tónleikur, gongutúrur, góður matur og annað.
Tekningarfreistin er í dag, men tikið verður ímóti tilmeldingum, so leingi pláss eru eftir.




