Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Enn rullar til Klaksvíkar

Jóhann Lützen

Fyri tveimum leygarkvøldum síðan settist eg í stýrborð umborð á Dúgvuni. Hugsaði at pleyga mítt sosiala netverk í Klaksvík, tá eg nú var í Føroyum.

Umborð vóru hondbóltsgenturnar, sum vit norðingar eru so stoltir av – tær høvdu vist veri í Vági og vunnið og so ymisk, fyri meg, kend og ókend fólk. Ikki vóru vit komin stórt langt frá Leirvíkslandi tá skútan fór at rulla so illa, at ein fekk sveitta perlur í hendurnar og pulsurin náddi hæddir eg ikki havi uppliva síðan Mr. Paris dýkti á okkum í teimum herligu ´99-døgunum. Skrellispannir líktust borðtennisboltum sum tær leikaðu í borð úr borði, ímeðan kioskgentan helst droymdi um at hava eins nógvar armar sum ein blæksprutta, fyri at halda skil á hyllum, skápum og hvat ein nú annars heldur skil á í eini flótandi kiosk. Brakini úr kioskini og innar úr galluni sannførdu meg tó um at neyðars gentan bert hevði tveir skallutar armar.
Vit menn umborð sóðu róligir út og tóktust at smílast til hvønn annan – hvør skal siga, at í okkara veiðumansdiskursi er rull um leirvíksfjørð bagatellir, sum bert kvinnur og børn órógvast av. Rulli vardi bert í eini 3-5 min, men ávirkanin fekst eyga á. Summar kvinnur høvdu lagt seg afturá, ímeðan solariumvitjaninar hjá øðrum blivu tileinkisgjørdar.
Ikki tí, ein hevur mangan siglt leiðina fyrr, men ørminnist ikki slíkt rull og helst hevur skiparin líka vilja sent eina heilsan niður til ferðafólki um at tað altso framvegis er hann sum er bindiliðið millum norðingar og restina av heiminum.
Øll hesi erkennilsi settu fleiri tankar í gongd og tað er jú ofta tankavirksemi, ið koyrir uppá overdrive tá fari verður umborð á Dúgvuna. Ert tú einsamallur og situr fyri teg sjálva/n er ikki stórt annað at gera enn at greiða fløkjur, sum tvørra í gerandisdegnum. Er ein í fylgiskapi er “Dúgvu-rúmið” eitt óført høvið at venda spurningum og svarum við hvønnannan. Serliga rennur mær til hugs tá komið verður umborð og gingið verður upp leydaran. Tað fyrsta ein ger, tá knokkurin er innanvert ferðafólkastovuna, er at “scouta” markina fyri kent fólk, tí so fæst tíð til eitt prát um veður og vind fyrrenn ikki. Her hava mangar góðar søgur gliðið av tungu og láturin ofta harðmæltur. Ivaleyst alvorligari evnir eisini. Altíð hevur verið spennandi at vita hvønn ein nú fór at møta; Vini, kenningi, arbeiðsfelaga, floksfelaga, liðfelaga osv.
Kom at hugsa um nýggja hugtakið “rúm”. Dúgvan hevur sanniliga virka sum eitt sosialt rúm fyri serliga klaksvíkingar, hvar møguleiki hevur verið fyri at vent hugsanum við onnur menniskju og annars bara komi hvørjum øðrum við. Ein norðoyatunnil vil sjálvsagt forkoma júst hesum rúminum, so tað er við blandaðum kenslum ein sigur Dúgvuni farvæl.
Tó so, Norðoyatunnilin opnar skjótt og vil hesin betra munandi um samferðsluna og er hetta at gleðast um. Vónin er tó at sum Tunnilin avloysir Dúgvuna so kann eitthvørt sosialt rúm avloysa “Dúgvu-rúmið” í Klaksvík. Tøknin hevur yvirhála neyðars Dúgvuna, men hetta kvøldi kundi eg siga við meg sjálvan at Enn rullar til Klaksvíkar.

Jóhann Lützen