Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Enn ruskar eitt sindur

Hanus Kjølbro, Sjónám

Vindurin er minkaður nógv síðani í gjár. Á midnátt var miðalvindurin fyri alt landið 20 til 24 m/s. Nú er klokkan 9, og miðalvindferðin er komin niður í ein strúk til hvassan vind, 12 til 15 m/s. Saman við hesum vindi er avfall við nógvar av veðurstøðunum hjá Landsverki. Avfallið er regn og vátakavi. Ættin í løtuni er útnyrðingur, og hann uppførir seg so ógvuliga ymiskt kring landið. Í Klaksvík er veðrið hampuligt, tó at nógvur kavi er á vegum og á gongubreytum. Aðrastaðni er veðrið ikki líka gott.

Vindurin í morgun fer at koma úr útnyrðingi; seinna parin lækkar ættin eitt lítið vet niður í útnyrðing-vestan. Vindferðin er minkandi alla tíðina í dag. Men minkingin er ikki skjót. Einaferð seinnapartin er vindferðin komin niður í ein strúk vindi, 10 til 14 m/s.

Avfallið fer at vera av sama slagi, sum tað hevur verið í morgin og í gjár, ein blanding av regni, vátakava og kava. Bæði úr brúgvaløgum og sum lokalt úrslit av óstøðugari luft.