Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Er Alfred Olsen einasta andsøgnin á tingi?

John William Joensen

Fjølmiðlarnir vildu herfyri vera við, at Alfred Olsen er ein andsøgn ella eitt paradoks.

Tey, ið fylgja við í politikki munnu finna ørgrynni av paradoksum innan løgtingsgátt, bæði individ og flokkar.
Man Javnaðarflokkurin ikki vera ein hin størsta andsøgnin kortini? Hesin flokkur hevur ( hevði) stolta heitið “javnaður”í skjøldri sínum. Í dag tykist hann væl kunna liva við tí ójavna, at t.d. borgarar í høvuðsstaðnum hava eina umleið 30% hægri miðalinntøku enn borgarar í restini av landinum, hetta av almennum lønum, ið stava frá einari miðvísari miðsavnan frá leiðandi flokkum gjøgnum nógv ár.
At vit dagliga hoyra um útbyggingar og nýbyggingar av nýggjum skúlum og ítróttar-og svimjihallum í høvuðsstaðnum, meðan stórur tørvur er á slíkum fasilitetum flest aðrastaðni í landinum. Hetta hendir undir javnaðarleiðslu, og sjálvt um landsins lógir áleggja landsins leiðslu at tryggja øllum børnum líka rættindi og javna til umstøður, skúla og útbúgving.
At borgarar í høvuðsstaðnum sleppa væl bíligari í skatti enn meginparturin av borgarunum í restini av landinum, og at teir nú eisini hava ókeypis busskoyring í høvuðsstaðnum, meðan javnaðarflokkurin fullkomiliga hevur ignorera eina skattaútjavnan,har sterkar kommunur hjálpa teimum veiku, hóast hetta kundi bøtt um korini úti um landið, har fólk knógva undir tungum skattabyrðum og kanska als ikki hava so mikið sum busssamband til grannabygdirnar.
At javnaðarflokkurin hartar ein av egnu politikarum sínum, tí hesin við atkvøðusnildi hevur vunnið valdømi sínum, sum annars hevur verið forsømt, týðandi fyrimunir innan útbygging av infrakervinum í landinum.
At alt fleiri leiðandi politikarar úr javnaðarflokkinum flyta til høvuðstaðin at búgva, og at føroyski javnaðarflokkurin samstundis tykist vera fyri at gera landið til eitt valdømi, meðan javnaðarflokkar aðrastaðni í heimi júst í hesum døgum krevja, at politikarar við lóg skulu búgva fast har, teir eru valdir, fyri at tryggja eina javna útbygging og vælferð í øllum økjum í landinum.
At politikari og framsøgumaður úr javnaðarflokkinum undir viðgerðini av ferðagjaldi gjøgnum tunlar og við Strandferðsluni var harðliga ímóti at seta gjaldið á fíggjarlógina, soleiðis at allir landsins borgarar, eisini teir í høvuðstaðnum, sum vanliga hava “nokk í síni egnu verð” kundu verða við til at gjalda hesa neyðugu landsútbygging, og at hann enntá sýndi eina óhoyrda arrogansu við orðum sum “ hvat vilja øll hesi fólk í Havn, hví eru tey ikki har, sum tey búgva? Hvat er so nógv betri í Havn?”
At annar javnaðar politikari undir tingviðgerðini av enn einari útbygging av landssjúkrahúsinum so harðliga hartaði aðrar politikarar fyri at prioritera sjúkrahúsini í Klaksvík og á Tvøroyri fram um landssjúkrahúsið, sum sostatt støðugt var við sviðið so. Sig so tað.
So sanniliga er javnaðarflokkurin vorðin eitt stórt paradoks í føroyskum politikki, sum veljarin als ikki kann kennast við og illa kann hava álit á. Hvør segði, at bert Alfred var nøkur stór andsøgn ?
Nú alt fleiri boða frá, at nokk er nógmikið og melda seg út úr flokkinum, hendir tað gleðiliga, at flokkurin boðar frá, at hann hóast alt tekur undir við at flyta okkurt smávegis, eitt nú umsitingina hjá Strandferðsluni til Suðuroyar. Tað ljóðar væl í oyrunum, men samsvarar als ikki politikkinum. Men latið okkum nú síggja, tí “ mangt broytist á mansins ævi.”

Fyrrverandi
javnaðarmaður