Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Er bert tvøstið við Føroyar dálkað

John William Joensen

LEIÐARIN, NORÐLÝSIÐ: Tað er helst gott við globaliseringini, serstakliga tá eisini vit føroyingar kunnu fáa inntøku av virksemi í útlandinum.

Fyri stuttum var mangan víst á vegin at ganga aftaná íslendska fíggjarheiminum. Tað vóru tey, sum sóu stórt í øllum arbeiðisplássunum sum íslendingar høvdu skapt innan fíggjarheimin, ja, so nógv, at umheimurin stóð bara og gapaði ímeðan íslendingar keyptu seg inn allastaðni.

Nú hevur pípan fingið annað ljóð. Menn innan fíggjarheimin eru als ikki álviligir við støðuna, og tað er meira enn so at ein merkir, at teir ikki sláa so hart á stórtrummurnar, sum teir einaferð gjørdu og í hvussu so er hevur álitið fingið álvarsligar skøvur í lakkið.

Nú eru nýggir tónar í Íslandi, teir tykjast alsamt meira og meira ásanna virðini í sanginum "Nánd", har ávarað verður ímóti ikki at síggja tað tú hevur dygst við.

Seinastu tónarnir hagani ljóðað um, at nú hava teir hug, at fara aftur at gagnnýta tilfeingið í havinum og nevnt verður at møguleiki er at skapa fleiri hundrað arbeiðispláss við at taka stórhvalaveiðuna upp aftur.

Hetta er nevniliga ein áhugaverdur spurningur. Vit eiga eisini at taka hetta upp til álvarsliga viðgerð, um ikki vit eisini skulu fara at gagnnyta hetta tilfeingið, ið eisini er í okkara heimliga umhvørvi.
Samstundis leiðir hetta aftur til frustrerandi støðuna vit hava vavt okkum sjálvi inn í, við at hava eina grindalóg sum sigur, at vit skulu drepa grind, og samstundis eitt forboð frá heilsumyndugleikunum ímóti at eta grind.

Sakt hevur verið, at føroysku grindakanningarnar hava internationala viðurkenning. Tað sýnist ikki sum um nærmastu grannarnir leggja stórvegis í hesa kanningar, og so vítt okkum kunnugt, so er tað bert í Føroyum at forboð er ímóti at eta tvøst av hvali. Inuittarnir í Canada fingu fyri fáum árum síðani boð um at fara aftur at eta hval og kóp, tí at amerikanska junk food, sum teir fylltu seg við, var nógv meira skaðilig føði fyri teir enn tvøst og spik.
Tað hevði verið sera áhugavert at fingið eitt rættuligt orðaskifti ígongd um optimala gagnnýtslu av okkara tilfeingi. Hvat við svartkjaftinum, átti hann ikki mest møguligt at farið til matnað, hví hava vit ongi flótandi flakavirkir kring Føroyar, tá hetta ber væl til í Barentshavinum og aðrastaðni og so víðari.

Tá eiga vit eisini at taka hvalin við, bæði stórhvalin og grindahvalin, tí tað kann ikki bera til, at bert tað sum svimur við Føroyar ikki dugur til mannaføði.

Í staðin fyri bert at seta forboð fyri at eta grind, so áttu vit í nógv størri mun brúkt kanningarnar til at siga ídnaðarlondunum hvussu ring støðan er í heimshøvunum, soleiðis at dálkingin ikki verður so stór, at tørnið um nøkur ár kemur til fiskin og alt anna, sum í havinum livir.