Eg má siga at tað kendist svárt at sita og hyggja eftir 3-2 sendingini hjá sjónvarpinum mánakvøldið.
Ilt er at skilja endamálið við at sjónvarpi letur ein undir stjóra í HB og Web-mastaran hjá B36 sleppa ótarnaðir at úthella sítt gor og gall yvir føroyska fótbóltssambandið.
Tvey stutt innsløg frá formonnunum í KÍ og EB/STR skuldu líkasum tryggja at eina ávísa balansu í sendingini, men tað undrar stórliga hvussu nakrir tilvildarligir limir í havna feløgunum ókrittiskt sluppu at tveita ósannindir og leysar pástandir út í luftina.
Eisini slapp undirstjórin í HB enn einaferð at lúgva oman yvir tey dugnaligu ungu fólkini sum arbeiða á skrivstovuni hjá Fótbóltssambandinum.
Eg skal her halda meg til tað sum kom fram í sendingini um KÍ. Sjálvur var eg partur av leiðsluni í felagnum tá vit í fjørð vóru tveittir út úr steypakappingini, og arbeiddi saman við táverandi formanninum, Gestur Hovgaard, og Nichels Lützen, við at lýsa málið frá felagsins síðu.
– Tað er ein beinleiðis lygn tá sendingin 3-2 førir fram at nakað nýtt er komið fram um KÍ málið undir longu og drúgvu viðgerðini av HB málinum.
– Tað er eisini ein lygn at tað vóru onnur viðurskiftið enn sjálvt leikara loyvi sum ikki vóru í lagið í KÍ málinum. KÍ hevði avgreitt øll viðurskiftið og hevði eins og HB góðkendar leikara sáttmálar hjá fótbóltssambandinum.
– KÍ varð dømt at tapa sín dyst tí at felagið ikki hevði fingið útskrivað leikaraloyvið og harvið eina váttan um leysgeving av leikara.
Mikrofonhaldarar
Tað er ótrúligt at menn sum pástanda at teir eru fjølmiðlafólk vilja lata seg brúka á tann hátt sum vit vóru vitnið til í sendingini 3-2 hjá sjónvarpinum mánakvøldið.
– At undirstjórin í HB sleppur at standa í almennum fjølmiðli og pástanda at hann hevði sent umsókn um leysgeving til fótbóltssambandið, men at FSF hevði tveitt hana burtur má sigast at vera ótrúligt.
– Eg skal ikki fara longur inn í málið enn bert enn einaferð at undirstrikað, at alt tað sum kom fram um KÍ málið í 3-2 sendingini mánakvøldið vóru beinleiðis lygnir.
Eg veit at vit onga umbering fáa frá sjónvarpinum tí tað er ikki politikkur hjá kringvarpinum, men hesar linjur eru skrivaðar fyri at orðini sum vóru søgd um KÍ málið í 3-2 ikki sleppa at standa einsamøll.
John William Joensen, skrivari
í Klaksvíkar Ítróttarfelag




