Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Er fiskidagaskipanin burðardygg?

Oliver Joensen

Heini O. Heinesen eftirlýsir, í fyrispurningi sínum til Jacob Vestergaard, hagtøl fyri tey 12 árini skipanin hevur verið galdandi.

Skrivligur fyrispurningur til
Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum

Løgtingsmál nr. 41/2008: Viðvíkjandi veiðihagtølum

1. Kann landsstýrismaðurin siga Løgtinginum, hvussu nógv er fiskað fyri hvønn brúktan fiskidag frá 1996, tá fiskidagaskipanin kom í gildi. Uppgjørt fyri hvørt fiskiár til 31. aug. 2008?
2. Kann landsstýrismaðurin siga Løgtinginum, hvussu hesi veiðitøl eru býtt upp á bólkarnar í § 28 og § 29, greina sundur upp á fiskasløg.
Viðmerkingar:
Eftir drúgvar politiskar samráðingar 1993/94 um eina nýggja lóg, sum skuldi fyriskipa, hvussu vit skuldu varðveita okkara fiskitilfeingi, gagnnýta og troyta hetta burðadygt á skilabesta hátt livfrøðliga og búðskaparliga, Sum varandi grundarlag undir føroyska búðskapinum. Úrslitið av hesum gjørdist lógin um vinnuliga fiskiskap frá 10. mars 1994. Seinastu tíðina hevur verið sera harður ágangur á lógina um vinnuligan fiskiskap, frá fleiri av teimum, sum hava bjóðað seg fram at stýra eftir somu lóg. Framanundan vóru tey trolfríðu økini sett í gildi, við kunngerð í januar 1994 sum úrslit av einum uppskoti til samtyktar í 1993. Henda kunngerð gjørdist ein partur av lógini í 1996 eftir tógvi stríð § 9.b Tað vóru serliga toska og hýsuleiðir, sum gjørdust trolfríðar alt árið. Longu í 1996 var góður fiskiskapur, frá fiskaloysi av toski og hýsu 1992/93 og 1994.
Fiskidagaskipanin kom í gildi 1996. Henda skipan er serliga gáldandi fyri botnfiskasløðini á Føroyagrunninum, og avloysti kvotaskipanina, sum var sett í gildi saman við upprunalógini.
Øll, sum kenna nakað sum helst til fiskiskap, vita, at fiskidagar ikki kunnu regulerast á sama hátt sum kvotur. Kvotur er ein ávís nøgd av fiski, av teimum fiskasløgunum, sum viðkomandi hevur loyvi at fiska av. Tann stóri vandin við eini kvotaskipan er útblaking av fiski. Fiskidagaskipanin er heilt ein onnur skipan. Viðkomandi fær tillutað eitt ávíst dagatal, har viðkomandi hevur loyvi at reka fiskap. Tað kann vera rættiliga ójavnt, hvussu nógv verður fiskað fyri hvønn brúktan fiskidag, alt eftir hvussu stovnurin er fyri.
Tað eru yvir 12 ár síðani, fiskidagaskipanin kom í gildi, tað er serliga hagtølini fyri hesi árini, sum skulu prógva, at vit hava eina burðardygga skipan. Tað hevur stóran týdning, at hesi haggtøl eru atkomulig fyri altjóða samfelagið og teir, sum skulu keypa/selja okkara fiskavørur.
Eg havi í mínum politiska arbeiði efturlýst hesi veiðutøl uttan nakað ítøkiligt úrslit. Hetta var serliga aftaná valið 1998, tá tey 19 línuskipini, sum vóru í upprunalógini frá 1994, vóru blivin til 20 línuskip, og síðan hevur óskilið hildi fram.

Harleyfacadeacryl