Um leysasøgurnar passa, so fær TB leikara úr Superliguni í kvøld.
Passaleysasøgurnar, so fær TB leikara úr Superliguni í kvøld.
TBstyrkir sær um liðið áðrenn flytingargluggin stongir á midnátt. Taðer alt, ið bendur á tað.Og talan verður møguliga um tveir leikarar. Annar er útlendingurog hevur ikki spælt í Føroyum áður. Og sambært fleiri leysasøgum úrSuðuroynni, so er føroyskiU21 landsliðsleikarin Jonas G. Hansen hin leikarin. Jonas hevursáttmála við Superligafelagið Esbjerg, men var útleigaður tilVarde IF fyrr í ár. Fyrr í ár avgjørdi Jonas at umboðaðføroyska U21 landsliðið. Hann hevur føroysk foreldur, men hevuraltíð búð í Danmark. Hann hevur eisini umboð fleiri U-landsliðhjá Danmark.
19ára gamli Jonas G. Hansen er sentralur miðvallarleikari. Framvegisber ikki til at fáa viðmerkingar frá TB leiðsluni, og tað kundi verið tekinum, at arbeitt verður við at fáa seinastu viðurskiftini uppápláss við nýggju leikarunum, nú bara triggir tímar eru til flytingarvindeygað letur aftur. Talan er um leysasøgur, ið setanavn á Jonas G. Hansen, og tí skal hetta takast við størstafyrivarni so leingi sum einki er váttað úr TB.




