Fleir hava upplivað at fingið fráboðanir á sosialu miðlunum, um at tey annaðhvørt hava vunnið ella arvað stórar upphæddir. Onkuntíð kunnu hesar fráboðanirnar síggja rættiliga veruligar út, men í øðrum førum er lætt at síggja, at talan er um fals.
Hesa ferð er tað stjórin á Look North í Klaksvík, Árni Skaale, ið ivast í, um hann skal trúgva fráboðanini ella ikki.
Í vikuni fekk hann nevniliga eitt bræv úr Madrid, har boðað verður frá, at virki hansara hevur vunnið ársins heiðursløn, sum verður latin einum virki, ið er útvalt út frá upplýsingum frá 7.500 limum úr 90 londum. Tann sum hevur sent brævið er “Global Trade Leaders’ Club”.
Stóri spurningurin er nú, um hetta er veruligt, ella um tað er fals. Look North framleiðir nógvar vørur, harav stórur partur endar suðuri í Europa. Og virkið gongur í nógvum førum nýggjar leiðir, so tað er ikki heilt óhugsandi, at talan kann vera um eina veruliga heiðursløn.
So nú noyðist Árni Skaale at finna útav, um hann skal taka hetta fyri góða vøru, ella um talan er um fals.
Tað eru í dag 15 ár síðani Look North lat ta fyrstu vøruna út av virkinum.




