Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Er Klakksvíkar Kommuna skødd til verri tíðir!!

John William Joensen

Hóast Klaksvíkar Kommuna hevur brent seg so dyggiliga, so eru fá tekin um broyttar mannagongdir! Eg hugsi her um tey stórarbeiði, ið verða framd uppá rokning av kommunalari arbeiðsmegi.

Av ringum royndum vita vit, at arbeiði framd uppá rokning, gerast mangan sera drúgv og kostnaðarmikil. Eingin tíðarfreist og ongar dagbøtur bera á sama borð. Vegagerin á vestursíðuni var als ikki boðin út! Hví?
Hvør skal gjalda? Skattaborgarin!!
Skúlin á Ziskatrøð er framvegis undir umbygging. Hvussu svara tilboðini til mettu útreiðslurnar?
Kemur lyftan á ovaru síðu til fult gang fyri rørslutarna, ella skal lyftan bert "lyfta kostnaðin"?
Polittiski meirilutin í Býráðnum hevur mistikið seg! Spurningurin er, um teir hava lært nakað av hesum mistøkum? Tá øll tøl standa við reyðum er ov seint at varnast vandan!
Eitt veit eg, Kommunukassin fyllist ikki av givnum vallyftum. Hvørki tá talan er um skúlabygging ella tá talan er um, at seinka útbyggingina av góðshavnini  norðuri í Ánunum!  Havnalagi á vestursíðuni er um at hokna undan teim virkjum har eru bygd og tí ferðslu hetta virksemi ber í sær. Fundamentini halda ikki!
Tí er alneyðugt at fremja og fullfíggja góðshavnina norðuri í Ánunum við eini góðari atløgusíðu.
Hugsa vit ikki um at skapa góðar umstøður fyri fleiri virkjum innan útflutningsvinnuna, so verður lítil umsetningur í ætlaða Handilsmiðdeplinum.
Risastór skúlaprojekt eru best á pappírinum! Hví hava tveir skúlar? Hví ikki virka fyri eini heildarætlan fyri báðar skúlarnar??
Tað er lætt at brúka pening í góðum tíðum. Verri er at økja um inntøkumøguleikan tá vinnutólini flyta!
Javnaðarflokkurin tín borgan fyri øktum vinnuvirksemi og betri trivnaði fyri hin einstaka!

Valevni Javnaðarfloksins; Jóhannes Jóhannessen