Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Er Klaksvíkar Sjúkrahús í vanda?

bergur jacobsen

Svarðið er helst ja! Og orsøkin er nýggja valskipanin og vanahugsan! Tað er ikki sørt av ágangi á KS í løtuni! Ágangurin er partur av einum heimsumfatandi ráki, har stovnar inna heilsuverk verða lagdir saman í stórri eindir, tí tað verður sagt at vera best fyri sjúklingatrygdina, og tí at soleiðis verður læknaliga serfrøin eisini best gagnnýtt. Men, hendan miðsavnanin er ikki uttan kostnaðir fyri hin einstaka sjúklingin, og ei heldur fyri arbeiðsmarknaðin í nærsamfelagnum.

Svarðið er helst ja! Og orsøkin er nýggja valskipanin og vanahugsan!

Tað er ikki sørt av ágangi á KS í løtuni! Ágangurin er partur av einum heimsumfatandi ráki, har stovnar inna heilsuverk verða lagdir saman í stórri eindir, tí tað verður sagt at vera best fyri sjúklingatrygdina, og tí at soleiðis verður læknaliga serfrøin eisini best gagnnýtt. Men, hendan miðsavnanin er ikki uttan kostnaðir fyri hin einstaka sjúklingin, og ei heldur fyri arbeiðsmarknaðin í nærsamfelagnum.

Heimsrákið, broytta ferðasambandi, Skálafjarðartunnilin, um hann einaferð verður ein veruleiki, og Føroyar sum eitt valdømi, eru øll ein verulig hóttan móti KS! Men, siga alt fleiri, eisini ein bati fyri sjúklingarnar!

Eg fari her bara at tosa um KS, tí Suðuroyar Sjúkrahús og Suðuroygjin eru í einari heilt aðrari støðu, enn Norðuroyggjar og eystursíðan av Eysturoynni.

Tað ljóðar rættuliga logiskt at 48.000 fólk hava ikki hava meira einn eitt sjúkrahús fyri neyðuni, og at KS tí er eitt reint peningaoysl, ella «beskeftielsterapi» hjá Norðoyingum.

Men, um sjúklingarnir á KS veruliga hava læknahjálp fyri neyðini, so hvørvur tann tørvurin ikki, um KS verður stongt. Sjúklingarnir og tann orkan teir krevna, blíva bara fluttir í onnur hølir, og kostnaðurin av viðgerðini saman við teimum.

Fíggjarligi vinningurin verður soleiðis neyvan meirann enn eini 20 – 25% – tað er, teir ytru karmarnir, sum kannska eisini skulu víðkast tá hesir nýggju sjúklingarnir koma á LS, við evt. eykaútreiðslum!?

Summi siga, at tað er beinleiðis lívshættisligt, at verða innløgd á KS, antin sum sjuklingur, ella sum barnakona. Um tað er so, kann undirrritaði, av góðum grundum, ikki taka støðu til – men, atfinningarnar eiga at verða tiknar i fullum álvara!Og øll kensluborðin argumentir um, at norðoyingar hava bygt sítt egna sjúkrahus, og at tað hevur virkað í so ella so mong ár, halda ikki!!

Tann viðgerð, ið fólk væntaðu, krævdu ella fingu, tá Stærmoese gekk og rann einsamallur á KS, er farin í søguna – nú vænta vit vitan og viðgerð á sama støði, sum Ríkissjúkrahúsið, Region Hovedstaden, og universitetssjúkrahúsini í Lund, Malmø og Odense, kunnu geva okkum innanfyri ein hálvan tíma.

Hesar viðgerðirnar, hendan vitan finnst ikki á KS og ei heildur á LS. Tað er sjálvandi gott at hugsa stórt, men tað batar ikki at hugsa stórri enn høvdið kann svølgja – helst er tað neyðugt at huksa heilt av nýggjum (og gloyma alt um samband og loysing, til fræma fyri sjúklingin), fyri at føroyska sjúkrahúsverkið skal finna eina nátúrliga legu í hesi allheimsgerðini av sjúkrahúsverkminum?

Í Keypmannahavn eru fleiri sjúkrahús løgd saman í eindir, hóðast tað er langt millum bygningarnar (Amager/Hvidovre – Frederiskberg/Bispebjerg) hettar ber til tí vit hava fingið fyribrygdið Telemedisin/teldur.

Uttan nakað slag av serkunnleika, sum reinur amatørur, fari eg at loyva mær at siga, at um norðuroyingar tvíhalda um eitt «sjúkrahús» í Klaksvík, so beina teir samstundis fyri KS, og fyri øllum teimum lokalu arbeiðsplássunum og nærviðgerðini av teimum, sum hava møguleika fyri slíkari viðgerð.

Einasta loysnin er ein total nýhugsan, har Sjúkrahúsverk Føroya onkusvegna verður partur av eini stórri eind, t.d. Ríkissjúkrahúsinum , og at Sjúkrahúsverk Føroya síðani gagnnýtir tey hølini og ta orkuna, ið longu er til stegar í Føroyum, sum partar av eini stórri heild (incl. øllum møguleikunum innan telemedisin).

Tí, sum ráki er, so verða allar tær atfinnirgarnar ið nú hótta KS,eisiniat enda beindar móti LS, sum eitt pinku provins hospital, samanborið við nýggju gigntarnar.

Loysing ella samband (national lokalpatriotisma ella lokal lokalpatriotisma) hótta hettar máltið, eins og tey hótta flestu mál í Føroyum.

Læknar – eins og akademikarar flestir í dag – eru vorðnir flokksdyr, ið eru útbúgvin til at endurspegla sær í serfrøðini, og í hvørjum øðrum, heldur enn, fyrst og fremmst, í sjúklinginunum og tørvi teirra, og tí eru tær stórru eindirnar helst einasta loysnin, og her er LS helst neyvan ein nóg stór eind!

Men, um avvarðandi mynduleikar sambina fleiri sjúkrahús og serøkir við KT tøkni, so kunnu eisini tær smáðu eindirnar (t.d. LS og møguliga KS) yvirliva, – tað er, um mynduleikanir nýta høvdið og bjóða nútíðini og tøknini av.

Í hesum tøknitíðum er frástøða, sum so, ongin avbjóðing – men, vanahugsan versus nýhugsan hevur allar dagar verið ein forðing!

Hug flog (fantasiður) og nýhugsan, sum partur av eini nógv stórru heild ella eind, eru einasta bjarging fyri KS og arbeiðpsplássunum har, og soleiðis eisini trivnaðinum í nærumhvørvinum! Tí sjúkrahús eru ikki bara læknar og sjúklingar, men eisini ein sosioøkonomisk eind!!