Ein støðugt áleikandi spurningur millum manna er, hvat KVF er fyri ein stovnur, og hvat ið er stýrandi fyri arbeiðið hjá alment settu starvsfólkunum og kanska serliga tíðindafólkunum. Hyggja vit at Public Service-skyldunum hjá Kringvarp Føroya, skal KVF virka sum miðlari og skapari av føroyskari mentan. Hetta er tað, ið vanliga verður nevnt, \”mentanarberi\”.
Ein støðugt áleikandi spurningur millum manna er, hvat KVF er fyri ein stovnur, og hvat ið er stýrandi fyri arbeiðið hjá alment settu starvsfólkunum og kanska serliga tíðindafólkunum.
Hyggja vit at Public Service-skyldunum hjá Kringvarp Føroya, skal KVF virka sum miðlari og skapari av føroyskari mentan. Hetta er tað, ið vanliga verður nevnt, “mentanarberi”.
Stovnurin hevur somuleiðis stóran týdning fyri fólkaræðið í landinum, tí hann í virksemi sínum varpar ljós á samfelagsviðurskifti og elvir til kjak.
KVF skal eisini framleiða og senda dygdargott tilfar og á henda hátt virka fyri, at allir føroyingar gerast betur førir fyri at taka støðu til og ávirka samfelagsgongdina á ein fólkaræðisligan hátt.
Hetta merkir, at stovnurin bindur seg til at tryggja eitt breitt útboð av sendingum og tænastum fyri alt Føroya fólk umvegis sjónvarp, útvarp, alnet og líknandi miðlar.
Sagt verður víðari, at sendingarnar skulu m.a. fevna um tíðindaflutning, upplýsing, mentan og undirhald, herundir eisini sendingar til børn og ung. Somuleiðis skal Kringvarp Føroya sum gluggi virka fyri, at føroyska tjóðin gerst betur før fyri at skilja heimssamfelagið og liva í og saman við tí. Eisini skulu altjóða ásetingar um eitt nú rættindi hjá teimum brekaðu og javnstøðuatlit í samfelagnum havast í huga í almenna kringvarpsvirkseminum.
Hetta stendur skrivað á heimasíðunikvf.fo
Í Public Service-skyldunum stendur onki um, at KVF skal vera ein tjóðarbyggjari, men hetta er tó partur av einari óformellari og helst duldari dagsskrá í KVF.
Í sendingingini “In Mente” í samband við at KVF hátíðarhelt 30 ára stovningardag sín viðgjørdu Per Zachariassen, sjónvarpsframleiðari, Høgni Mohr, tíðindamaður, og Erika Hayfield, ph.d. og adjunktur í samfelagsvísindum, høvuðsspurningar í samband við at hava ein føroyskan Public Service-stovn.
Tíðindamaðurin segði m.a. soleiðis: “… hvis man er til tjóðarbygging, sum eg eri sjálvur, so sær man nakað fantastiska virðismikið í tí …” (tvs. sjónvarpssavninum, red.).
….Og politiskt eru okur ikki inni í einari, hvat skal man siga, tilgongd, har ið tjóðin mennist. Tað haldi eg, at man merkir øðiliga nógv, tá ið man er úti millum fólk, at tað er øðiliga stór ónøgd við ta politisku leiðsluna, sum okur hava her í landinum, og tað er tað, sum øðiliga nógv ting speglast í í Føroyum í dag, eisini og kanska í miðlalandslagnum, ha?…”
…. Tað velst um politikkin…. Alt sum vit gera skulu vit gera fyri at byggja hetta landið upp ….. hvat vilja vit við málinum, mentan og hvat vilja vit við hesum oyggjunum…. Um vit ikki hava hetta elementi av tjóðarbygging inni, so er alt líkamikið…..”
(sendingin kann hoyrast her:http://kvf.fo/netvarp/uv/2014/04/02/mente-sjnvarp-froya-30-r-0)
Hesin hugburðurin hjá tíðindamanninum í KVF um, at hann “er til tjóðarbygging” setur stórt spurnartekin við grundregluna um fólkaræðið.
KVF hevur leingið verið skuldsett fyri at hava eina politiska dagsskrá, og eingin ivi er um, at opinhjartaðu útsagnirnar hjá tíðindamanninum í KVF eiga at fáa stýrið og politisku skipanina til at vakna og av álvara viðgera spurningin um politiska leiklutin hjá KVF.
Fyri kortum var stovurin alment skuldsettur fyri at framskunda eina sending soleiðis at innihaldi kundi koma til viðger á tingfundi áðrenn løgtingið fór í summarfrí.
Í politiskum spurningum sum t.d. bummgjald í undirsjóvartunlunum og uppboðssølu av fiskatilfeinginum hevur stovnurin áhaldandi verið ákærdur fyri at ganga ávísum politiskum sjónarmiðum til handa.
Stýrið má taka støðu til henda spurning: eru tíðindafólk í KVF óheft tíðindafólk ella politiskt heftir “tjóðarbyggjarar”?




