Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Er løgmaður parkeraður á onkrari síðugøtu?

John William Joensen

LEIÐARIN – NORÐLÝSIÐ: Veruliga orsøkin til, at Javnaðarflokkurin gekk á odda at leggja valdømini saman í eitt, er við at ganga upp fyri tjóðini – ið hvussu er fyri tí partinum, sum búleikast í økjunum úti um landið.

Vakstrarætlan, serliga fyri Suðuroynna, men eisini fyri onnur øki í landinum, hevur í mong ár verið mál, ið flokkurin í landsstýrinum segði seg arbeiða við, uttan at nakað kortini hendi.

Nú smoygdi flokkurin viðkomandi landsstýriskvinnu í annan sess, eftir øllum at døma fyri at sleppa undan áhaldandi “trupulleikunum” við Suðuroynni við støðugt minkandi fólkatali og minkandi arbeiði í so stóran mun, at borgarstjórin á Tvøroyri alment gramdi seg um, at tey í nógv ár ikki høvdu havt ráð til annað enn at gjalda fyri “gomul forsømilsir”. Ein kann so spyrja, hvar ábyrgdin liggur. “Vakstrarætlan” er, eftir øllum sólarmerkjum at døma, bert nakað, Javnaðarflokkurin hevur hug at tosa um og annars gloyma alt um forsømd øki. At javnaðar-borgarstjórin í Havn, formaður í KSF, eisini her bert hevur hissini persónligar viðmerkingar, sigur okkum ikki so lítið.

Uttan at nevna orð um vakstrarætlan ella hvussu langt hon og flokkurin komu við tí málinum, leggur landsstýriskvinnan úr nýggja sessi sínum nú dent á, at alneyðugt er at arbeiða tvørtur um politisk mørk og “samgonguskifti” fyri at tryggja skúladepli, fróðskaparsetri og granskingarpark í høvuðsstaðnum neyðuga fígging í drúgvt áramál.

Føroyagrunnurin, millum manna nevndur Norðoyagrunnurin, sum í síni tíð var stovnaður m.a. við aktivum úr Kjølbro- fyritøkuni, júst fyri at tryggja norðoyaøkinum framhaldandi virksemi, hevur nú á merkisverdan hátt fingið heilt annað innihald og er, eftir øllum at døma við landsstýrisins hjálp, fluttur burtur frá upprunaøki sínum, har vit í løtuni so harðliga hava hann fyri neyðini.

Yvirlækni á Suðuroyar Sjúkrahúsi boðaði alment frá, at sjúkrahúsið kundi verið væl meira brúkt enn tað verður, um bert ein narkosulækni varð settur. Hann mælir til, at smáu sjúkrahúsini eisini sleppa at gera fleiri vanligar skurðviðgerir, meðan Landssjúkrahúsið, sum gremur seg um plásstrot, í størri mun tekur sær av serskurðviðgerðum.

Suðuroyar Sjúkrahús, nútímans og rúmligt sjúkrahús, hevur í mong ár ligið við ongum narkosulækna, eins og Klaksvíkar Sjúkrahús. Sum skilst liggur ein gomul samtykt í tinginum um, at narkosulækni skal setast, men hóast lyftir og áhaldandi áheitanir røkist einki fyri, at nakað hendir á hesum øki. Aftur her liggur ábyrgdin hjá Javnaðarflokkinum, sum umsitur bæði heilsumál og fíggjarmál í landsstýrinum.

Hóast mangt bendir á, at løgmaður so ella so er parkeraður á onkrari síðugøtu í løtuni, mæla vit til, at hann tekur álvarsomu trupulleikarnar hjá økjunum úti um landið til viðgerðar. Um politiskar ætlanir ikki skulu vera tann beri retorikkur, eigur Landsstýrið at fáa “Norðoyagrunnin” at virka aftur í upprunaøkinum. Somuleiðis eigur Landsstýrið at syrgja fyri, at vakstrarætlanin fyri Suðurøkið nú gerst veruleiki. Peningur finst í landsins grunnum. Fyri økini er hetta í tøkum tíma.

Viðvíkjandi sjúkrahúsunum so finnast helst fremstu læknar í landinum á smáu sjúkrahúsunum, sum í nøgdsemiskanningini bæði tvey liggja væl fremri enn Landssjúkrahúsið. Sjúkrahúsini eiga at nýta sín kapasitet til fulnar og sjúklingurin helst hava møguleika at velja tann lækna, hann hevur álit á, og tað sjúkrahús, honum hóvar best. Vit mæla løgmanni til at taka uppskotið hjá yvirlæknanum til eftirtektar.

Neyðugt kann vera at sleppa vanahugsanum í trongligum tíðum. Samhaldsfasta fríviku-uppskotið í mentamálaráðnum og áskoðanin hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum er vælgrundað. Við búskaparligu útlitinum í huga hevði tað uppiborið betri móttøku frá alment løntum.