Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Er meiningin at stongja Sóljuna?

Oliver Joensen

Ætla landsins mynduleikar veruliga at stongja/spara vældámda dagtilhaldið Sólja í Klaksvík burtur ?

Tað sum er komið fram í seinastuni er, at nú ætla landsins mynduleikar at spara stuðulin til dagtilhaldini burtur og hevur hetta við sær, at tað fíggjarliga grundarlagið verður skrætt undan dagtilhaldinum í Klaksvík.

Okkara vælvirkandi dagtilhald í Klaksvík er til stóra gleði fyri tey eldru í kommununi, tí hetta ger sítt til, at tey fáa eitt betri kvalitetslív.

Sum flest øllum kunnugt vilja vit arbeiða hart fyri, at okkara eldru hava tað gott, eisini tí tað í stóran mun er við til at fyribyrgja nógvum óneyðugum trupuleikum, sjúkum, einsemi o.ø.

Um tit gera hetta, skulu tit eisini vita, at samfelagið fer at hava brúk fyri nógv fleiri røktarheimum um fá ár.

Um tey av okkara eldru, sum hava tørv fyri at koma út millum onnur missa henda møguleika, kann endin verða tann, at hesi somu fólk fara at hava brúk fyri røktarplássi fleiri ár fyrr enn annars neyðugt.

Kann ikki lata vera við at nevna, at bert eitt røktarheimplásss kostar umleið somu upphædd árliga, sum árligi fíggjarligi stuðulin til dagtilhaldið í Klaksvík.

So eg heiti á tykkum landsmyndugleikar um at hugsa tykkum væl um, tí fyribyrgjandi arbeiði í samband við eldraøkið hjálpir í stóran mun her og nú og í enn størri mun í framtíðini. Nei nú haldi eg at hugburðsbroyting skal til á hesum øki. Tit eru noyddir at síggja í eyguni, at um dagtilhaldið í Klaksvík verður stongt, tí tit steðga fíggjarliga stuðlinum, fer hetta um stutta tíð at kosta samfelagnum stórar upphæddir. Um dagtilhaldið letur aftur, verður í framtíðini neyðugt við nógv fleiri røktarheimplássum.

Tað rættasta er, at landið ger nógv fleiri íløgur í dagtilhald o.l. soleiðis, at tørvurin á røktarheimplássum í framtíðini verður minni.

Um vit gloyma tað fyribyrgjandi arbeiðið og niðurleggja dagtilhaldini, so koma vit at gjalda ein nógv hægri prís um fá ár.

Elsebeth Gunnleygsdóttur Hansen

Harleywoodpaint