Johan Dahl landstýrismaður í vinnumálum skal svara munnligur fyrispurningi frá Eyðgunn Samuelsen um skipan av arbeiðsmarknaðarráði.
Johan Dahl landstýrismaður í vinnumálum skal svara munnligur fyrispurningi frá Eyðgunn Samuelsen um skipan av arbeiðsmarknaðarráði.
Í fyrispurninginum spyr Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum:
1) Er nøkur ætlan at skipa eitt arbeiðsmarknaðarráð?
2) Og um so er, nær kunnu vit vænta, at arbeiðsmarknaðarráðið ferð at vera sett á stovn?
3) Um so er, fer ætlaða arbeiðsmarknaðarráðið at hava sum uppgávu at taka stig til/samskipa eina skipaða førleikamenning?
4) Heldur landsstýrismaðurin, at verðandi skipan við førleikamenning av ófaklærdum er nøktandi?
Í viðmerkingunum til spurningin sigur Eyðgunn soleiðis:
Tann 7. mars 2012 legði undirritaða fram uppskot til samtyktar um at skipa ein arbeiðsmarknaðardepil (løgtingsmál nr. 163/2011) , depilin skuldi millum annað :” … virka sum eitt forum, har arbeiðsgevarar, fakfeløg og politisku myndugleikarnir savnast í eitt skipað, konstruktivt samstarv”. Og ein av uppgávunum hjá deplinum skuldi vera : ”at taka stig til ítøkilig tiltøk á arbeiðsmarknaðinum og harvið eisini útgreina kostnað og fígging, eitt nú av einari komandi víðari- og eftirútbúgvingarskipan og øðrum reformum. Eitt nú er tað átrokandi at fremja eina sentrala skipan fyri arbeiðsmarknaðarútbúgvingar fyri ófaklærd ella tilkomin, sum ikki hava fingið aðra skúlagongd enn fólkaskúlan”.
Tøl frá Als vísa, at tann 3 november 2013 vóru tað 933 fólk, 555 kvinnur og 378 menn, ið móttaka arbeiðsloysisstuðul. Ein stórur partur av hesum fólkum hava ikki aðra skúlagongd enn fólkaskúlan. Tí er stórur vandi fyri, at hesi fólk fáa ógvuliga trupult við at koma inn aftur á arbeiðsmarknaðin.
Hetta síggja vit eisini í tølunum á teimum, ið detta úr ALS og enda á forsorg. Sambært eykajáttanini fyri september 2013 er talið av fólkum, sum fáa fyribilshjálp vegna arbeiðsloysi, økt munandi í 2013 í mun til 2012. Higartil í ár eru tað 352 fólk fleiri, sum hava fingið útgoldið veitingina, sammett við somu tíð í 2012. Sambært ALS eru í 2012 og higartil í 2013 gott 200 fólk, sum eru fallin úr ALS skipanini, tí tey hava brúkt allar teir 648 dagarnar, sum tey hava rætt til. Framrokningar vísa, at tað verður neyðugt at hækka játtanina Arbeiðsloysisforsorg § 9,2 við 11,4 mió. kr.
Meirilutin í Vinnunevndini grundgav í álitinum til uppskotið um arbeiðsmarknaðardepil tann 27. apríl 2012 soleiðis fyri ikki at taka undir við uppskotinum:
”Meirilutin (Alfred Olsen, Hanus Samró, Jógvan Skorheim, Bjarni Djurholm og Hanna Jensen) tekur ikki undir við málinum, men heldur, at í staðin fyri at skipa ein arbeiðsmarknaðardepil, eigur at verða arbeitt fram ímóti at skipa eitt arbeiðsmarknaðarráð. Landsstýrismaðurin hevur greitt nevndini frá, at danir og normenn hava hesa skipan við arbeiðsmarknaðarráð, og at hendan skipan hevur virka væl hjá teimum. Vinnuhúsið hevur eisini víst á, at ein arbeiðsbólkur er settur at arbeiða við einari loysn. Meirilutin heldur tí, at landsstýrismaðurin saman við arbeiðsmarknaðinum eigur at arbeiða víðari við at finna eina loysn á hesum og tí mælir meirilutin Løgtinginum frá at taka undir við uppskotinum.”
Fyri at fáa upplýst, hvussu gongur við at skipa arbeiðsmarknaðarráðið, og at fáa skipaða eftirútbúgvingarskipan/førleikamenning setta í verk, verða hesir spurningar settir.




