Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Er orðið ”nekari” rasistiskt?

John William Joensen

Fólkalívsfrøðingur og málfrøðingur halda ikki at føroyska orðið ”nekari” er rasistiskt, men tað velst tó um í hvørjum sambandi orðið verður brúkt

Í orðabókini stendur soleiðis skrivað:

nekari -a -ar k 1 fólk við svørtum el. dimmbrúnum húðarliti (helst í Afrika), blámaður, svertingur

LÍF venjarin leikbannaður
Í Dimmalætting í dag stendur nógv at lesa um eina hending eftir dystin millum ÍF og LÍF leygardagin.

Sambart Dimmu var áfast millum LÍF venjaran og ein ÍF leikara á veg av vøllinum.
M.a. kallar LÍF venjarin, ÍF leikaran fyri – ein helvitis nekara!!

Endin er at dómarin skrivar eina frágreiðing og FSF leikbannar venjaran fyri rasismu.

Orðið – nekari
Fólkalívsfrøðingur, sum Norðlýsið hevur tosað við heldur ikki at orðið nekari í sær sjálvum er rasistiskt.
– Í USA er forboði at brúka orðið, men eg haldið ikki at vit í Føroyum hava oppfata tað sum niðursetandi.
– Men hinvegin velst eisini um í hvørjum sambandi orðið verður nýtt.
– ”Tín svarti fani” ella ”Tín helvitis nekari” er niðursetandi og verður óivað uppfata sum rasisma.

Málfrøðingurin sum vit tosaðu við sigur at orðið eftir hansara meting ikki er niðursetandi.
– Men kanska er tað ikki longur so politiskt korekt at brúka orðið.
– Onnur orð eru kanska betri, men nekari er bara ein lýsing av hvat slag av fólki talan er um.
– Onnur heiti eru, indianari, indari, o.so fr..
– Men sjálvandi hevur samanhangið stóran týdning fyri um talan er um rasismu ella ikki.

Ein kendur sundaskúlasangur er um ein glaðan ”nekara”.
Hann er skrivaður í eini tíð har eingin í Føroyum var uppfataður sum rasist, men tíðirnar broytast og málið eisini.

Ein gamal nekari, sum
glaði Jósup róptur varð,
hann undir síni svørtu húð
tó eitt snjóhvítt hjarta bar;
í smáttuni, har mamman
fyri honum mangan bað,
gav Jesusi hans hjarta,
og tá sang hann sama dag: ……………..