Tað kann ein ikki annað enn spyrja seg sjálvan viðhvørt, tí hóast politiið í flestum førum ger eitt gott arbeiði, so sýnist framførðslan at vera ótrúliga klossugt viðhvørt – ídag stóðu teir við Streymin og góvu bøtur fyri píkadekk???
Lóg er lóg, og lóg skal haldast, men tað má tó vera so við hvørt, at tá ið um mannalív ræður, so átti politiið kunna brúkt bara eitt vet av skili.
Myndin omanfyri sýnir veðrið í Klaksvík ídag, tað kavar av møkum og er væl og virðiliga avkavað. Heldur hann áfram at kava av møkum, so kann rættuliga nógvur kavi leggjast, og tá ræður um, at bilarnir eru væl skøddir, skal tað ikki kosta mannalív í ferðsluni.
Tað má tí sigast vera rættuliga provokerandi, bæði ímóti okkum borgarum og ikki minst fyri lóggevandi valdið, politikararnar, at politiið tulkar lógina við “skjótilæru” nú 1. mai er ídag.
Tað snýr seg um mannalív. Eisini politiið veit helst, at tey, ið brúka píkadekk, hava summardekk sum alternativ og sum nú er er óðamannaverk at krevja at fólk skulu koyra við summardekkum, tað er jú menniskjalív tað snýr seg um.
Ikki minst tá vit áður hava vita um, at politiið onkuntíð hevur útsett prg. 13 kanningar hesa tíðina orsakað av veðri.




