Harley
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Er sjúkrahúsverkið sjúkt?

Jógvan við Keldu

Nú sama rokilsi, sama lagið, sami tónin við fáum variatiónum aftur er uppi at venda í løtuni á Landssjúkrahúsinum um “neyð og elendigheit” sum verið hevur í øllum førum í 30 ár – somu “sokallaðir trupulleikar” – fari eg at minna fólk á “Læknalyftið” altso “Det danske lægeløfte:

Nú sama rokilsi, sama lagið, sami tónin við fáum variatiónum aftur er uppi at venda í løtuni á Landssjúkrahúsinum um “neyð og elendigheit” sum verið hevur í øllum førum í 30 ár – somu “sokallaðir trupulleikar” – fari eg at minna fólk á “Læknalyftið” altso “Det danske lægeløfte:

“Efter at have aflagt offentlig prøve på mine i de medicinsk-kirurgiske fag erhvervede kundskaber, aflægger jeg herved det løfte, til hvis opfyldelse jeg end ydermere ved håndsrækning har folpligtet mig, at jeg ved mine forretninger som praktiserende læge stedse skal lade det være mig magtpåliggende, efter bedste skønnede at anvende mine kundskaber med flid og omhu til samfundets og mine medmenneskers gavn, at jeg stedse vil bære lige samvittighedsfuld omsorg for den fattige som for den rige uden persons anseelse, at jeg ikke ubføjet vil åbenbare, hvad jeg i min egenskab af læge har erfaret, at jeg vil søge mine kundskaber fremdeles udvidede og i øvrigt gøre mig bekendt med og nøje efterleve de mig og mit fag vedkommende anordninger og bestemmelser.”

Hugsi bara um læknan, sum var í KVF, og andan í “læknalyftinum”. Hann ræddist fyri, at útbúnir læknar ikki vildu koma heimaftur til heimlandið, tí her er onki skil á, ella rættari, tí ov lítl peningur er avsettur til Heilsuverkið, hóast tað má liggja millum 10 og 15% av fíggjarlógini.

Meðan eg kortini skrivi, hugsi eg eisini um sjúkrarøktarfrøðingar, við grundarlagnum hjá “nýmótansgerð í síni tíð” hjá Florence Nightingale,

Tí er, eftir allar milliardirnar av krónum bæði í íløgum og rakstri, sum er farið í sjúkrahúsverkið seinastu 10 árini spurningurin:
1 “Er sjúkrahúsverkið sjúkt?”
2. “Er tað Klaksvíkar og Suðuroyar Sjúkrahús, sum hava skuldina”?
3. Trýr nakar veruliga, at punkt 2 er veruleikin? – Hann er naivur!!

Føroyar liggja, har tær liggja. Veðrið er tað, tað er. Íbúgvaratalið er tað, tað er. Her liva flestu Føroyafólk kortini væl!!!