Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Er skúlabyggingin í Klaksvík tíðarhóskandi?

John William Joensen

Tað setur Signar á Brúnni stórt spurnartekin við í brævið til býráði umleið hálvt ár áðrenn gamli ósáskúlin varð niðurtikin.

Tann 17. apríl 2008, sendur Signar á Brúnni, eitt bræv til Klaksvíkar Kommunu hann undirstrikar at skúlabyggingin, í Klaksvík ikki lýkur tey krøv sum samtíðin setur til skúlar.

Áðrenn fyrsti spakin var settur í til byggingina av nýggja Ósáskúlanum, sendi Signar á Brúnni eitt bræv til býráði har skúlastjórin vísti á at nýggi skúlabygningurin sum Klaksvíkar Kommuna hevði ætlanir um at byggja, ikki var innrættarður sambart teimum krøvum sum í dag verður sett skúlabygningum.

Í brævinum leggur skúlastjórin dent á at hann ætlar seg ikki út í nakað stríð um ætlaðu skúlabyggingina, og at hann skrivar brævið sum ein borgari, ið hugsar nógv um skúlaviðurskifti í Klaksvík.

Sitat: Sum ein teirra, ið er eldhugaður fyri menningini av føroyska skúlaverkinum og ikki minst, hvat hendir her norðuri, ið eg nú føli meg sum part av, loyvi eg mær at gera nakrar viðmerkingar…..

Ikki besta loysnin
Signar ger greitt at tann loysnin sum er vald er ikki besta loysnin og at byggingin ber ikki inn í framtíðina.

Við ætlaðu bygging verður neyðugt at halda seg til tað, ið er bygt er frammanundan, og sum í flestum førum aðrastaðni er miseydnað, og sum kommunalu myndugleikar hava iðrað seg um aftaná.

Skúlaøkið gerst eitt byggiøkið í rættiliga drúgva tíð og neyðugt verður hjá skúlanum á leita í onnur hølir í býnum. Allir skúlar, ið hava roynt tað, mæla frá slíkum tí tað gongur út yvir skúlagongdina í ólukkumáta.

Byggi nýtt.
Skilabest….at byggja heilt av nýggjum, so klaksvíkingar fáa ein tíðarhóskandi skúla, ið líkur tey krøv, ið settir verða slíkum.
Í Runavík verður nýggjur skúli bygdur, og tann gamli er tikin niður. Skúlin er sjálvdsama væl innrættaður……runavíkingar hava raðfest rætt….hjartað í skúlanum verður bókasavnið, ið verður fyrimyndarliga væl innrættað. Við síðuna av tí verður aula, har sangur, tónleikur, sjónleikur o.a. verður ført fram. Skúlastovurnar eru stórar, ljósar og lættar, umleið 60 fermetrar mótvegis teimum 48 ferm. ið ætlanin er at gerða her norðuri.

Okkara bókasavn verður ikki nakað "serligt", tvær vanligar skúlastovur verða gjørdar til eina við dragihurð ímillum. Bókasavnið eigur í framtíðarskúlanum at verða hjartað í skúlanum. Í Runavík verður tíðarhóskandi matarstova gjørd, ið er væl plaserað í bygninginum – Hjá okkum verður als ongin. Er tað skilagott?

Í Havnini byggja teir av nýggjum tí teir hava ringar royndir av pjøssabygging – eiga vit her norðuri ikki at gerða sum teir?

Hetta skrivar Signar á Brúnni m.a. í brævinum sum vit hava fingið innlit í.

Hann skrivar tó eisini at hann er væl vitandi um fíggjarliga útgangsstøði hjá Klaksvíkar Kommunu – men heldur at her átti at verið funnin ein loyns í samstarvið við landsmyndugleikarnar.

…Landið kundið givið óbeinleiðis stundning tá hugsað verður um at loftið fyri lántøkum hjá kommunum, ið fara undir skúlabygging verður víðkað til júst tað íløguna….. tí pengarnir verða vunnir innaftur við einum betri skúla.

Signar á Brúnni skrivar í endanum av brævinum at hann als ikki ætlaði at leggja seg út í nakað stríð um ætlaðu skúlabyggingina, ….men eftir at hava hugsað nógv um skúlaviðurskifitni í Klaksvík, sum eg brenni fyri, so haldi eg at rætt var at gera nakrar viðmerkingar, áðrenn spakin varð settur í til ein bygning, sum eftir mínum tykki ikki lýkur tey krøv, ið sett verða einum tíðarhóskandi skúla.

Brævið er undirskrivað tann 17. apríl 2008 umleið hálvt ár áðrenn gamli Ósaskúlin bleiv niðurtikin.