Harley
Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Er sveiggið ikki dekan og stórt

John William Joensen

Aftaná ótrúliga framburðin vit hava havt síðani kreppuna fyrst í 90-unum, hevur dúgliga verið tosað um afturgongdina í búskapinum seinastu tíðina.

Tá búskaparfrøðingar hava tosað um kreppi hevur landsbankastjórin avvíst og heldur viljað tosað um "sveiggj" í búskapinum, sum hann málbar seg.
Vónandi hevur hann rætt, men ein kann ikki lata vera við at halda, at sveiggið, vit nú eru inni í er dekan og stórt og líkist øðrum enn sveiggi í búskapinum.
Í okkara hugaheimi kundu vit tosað um sveiggj um so var at talan var um vánaligari fiskarí og harvið minni útflutning og minni arbeiði til tey flestu.
Men vit síggja ídag, at øll hin føroyska alivinnan so at siga er farin fyri bakka og lítið er at ivast í, at sum tíðingongur fara vit at síggja alt meira og meira til eftirvirkningarnar av at henda vinnan er farin nærum niður á 0.
Harafturat liggur rækjuveiðan í andaleypi aftaná at nógv rækjuskip eru farin á húsagang.
Eisini í traditionellu fiskiveiðuni eru inntøkurnar minkandi, og tað er ikki bert orsakað av minni fiski, men eisini av minkandi fiskaprísum.
Afturat øllum hesum er tað ein sannroynd, at samfelag okkara gerst alsamt dýrari at reka. Tey sum vinna pening í almennum størvum gerast alsamt fleiri og sum sær út, lata okkara politikarar bert standa til.
Tá ein nærum bert livir av fiskiveiðu, veit ein av at sveiggj eru í inntøkunum, men orsøkir eru til at halda, at tað, vit síggja í føroyska búskapinum ídag eru dekan og stór sveiggj fyri ikki at siga tað, sum verri er.