Eri beint nú staddur á familjuvitjan eins og áður í B.C. Kanada, sum kunnugt frálíka vakurt umráði, viðmongum fólkasløgum. Tað sigst um ein innflytara, at hann dagin eftir kallar seg kanadiara.
Men eg bleiv illa við, at hoyra at nú hava eini hjún, uttan at eg kenni nakað til máli annars, saksøkt stjórnini í B.C. sum eins og aðrastaðni, hevur sína skipan viðvíkjandi íbúgvarunum, eins og vit kenna tað. Hjúnini í hesum føri krevja og saksøkja nú stjórnina fyri at tað í føðingarskjølum nýfødda barni teirra als ikki skal standa ella nevnast nakað um, hvørt tað er drongur ella genta, tí tað skal barnið sjálvt avgera.
Hugsi mær als ikki, at hann sum hevur læti okkum vita, árenn hann myndaði okkum í móðurlívi, skuldi mist tamarhaldi á sínum skapningum og harvið fingið óskil og klutur í sína umsiting, eins og vit uttan iva koma at fáa.
Men skuggarnir, tímiliga sæð, av komandi hendingum tykjast nú at trekkjast saman yvir høvdi okkara og eru tíverri alt ov leveringsdugnaligar. Á hesum økji kvíða annars menn í ráðarloysi, og royna at viðgera symtomini á so mongum økjum, og minimera skaðarnar, sum eru hendir og fravegis standa við.
Øll minnast orðaskifti, fyri fáðum árum síðan, tá íð fyrstu løgini vóru løgd í ánna, um at avtakað siðaarv fólksins og avtøku av Guðs fyriskipan, at tosað var um, at vit vóru á veg inn á eina glíðibreyt, tíverri fingu tey rætt ið framførdu hetta.
Nú viðgera vit symtomini eitt fyri og annað eftir á okkara háttvirda Tingi, alt í meðan okkara løgmaður vísir fyrispurningum frá framstandi tingmonnum aftur. Spyr ikki meg, (møguliga) men umsitingina er svarið, men í tí løtu viðtiknar lógir enda á borði hansara og koma aftur haðani áteknaðar, og um spurt skuldi verið, sum á sinni við Tiberias vatni, hvørs undirskrift stendur á myntinum, tá fangar borið, tá verður tað í hesum føri, einans við tí broyting, at hon ikki er táverandi keisarans men núverandi løgmans, ið telur vegna alt fólkið, ongin talan um at gera eftir egnum yvirbevísningi, nú telur bert ein yvirtalað, nevniliga hægsta myndugleikans.
Jóhannes M. Olsen




