Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Er tíðin komin til at endurnýggja flaggdags- og grækarismessuhaldið

John William Joensen

Ídag er tað soleiðis, at alsamt færri og færri sýna hesum traditiónum ans og tað kemur fyri, at teir sum eru biðnir at halda talu, hava kent seg illa, tí áhoyrarnir bert hava verið nakrir heilt fáir, eisini í Klaksvík.

Í dag fara summi av okkum at steðga á eina løtu og leita okkum til flaggdagshald. Ein traditión, ið vit hava hildið síðani 1940 ella í meira enn seksti ár.

Flaggdagshald og eitt nú grækarismessuhald, megnaðu í nógv størri mun fyrr, at savna okkum føroyingar. Ídag er tað soleiðis, at alsamt færri og færri sýna hesum traditiónum ans og tað kemur fyri, at teir sum eru biðnir at halda talu, hava kent seg illa, tí áhoyrarnir bert hava verið nakrir heilt fáir, eisini í Klaksvík.

Tosað hevur tíð verið um, um tíðin ikki er farin frá slíkum traditiónum og um vit ikki skuldu givist og heldur farið til arbeiðis hesar dagar.

Tað kann tó ikki vera rætt, at vit ikki viðhvørt skulu steðga upp og hugsa okkum um, og eisini vísa virðing. Lívsvirðini eru ikki bara arbeiði og peningur, nei menniskjan krevur annað enn føði og klæði um hon skal trívast. Ein partur av okkum er samleiki okkara forfedrar og fortíðin, og vit eiga at hava tíð til at fjálga um hesi virði.

Nakað annað er kanska, at vit ikki hava verið nóg dugnalig til at gjørt hátíðarhaldini meira viðkomandi og tíðarhóskandi. Tað er kanska eitt sindur løgið, at vit als ikki hava broytt grækarismessuhaldið ella flaggdagshaldið eitt vet, síðani vit av fyrstan tíð byrjaðu at fylkjast til hesar merkisdagar.

Tá ið tað er sagt, so er eftir at hugsa um, hvat kundu vit gjørt annarleiðis. Tað er væl trúligt, at vit áttu at sett hugflogið ígongd og skipa haldini annarleiðis, kanska meira viðkomandi, kanska eitt sindur familjuvirnarligari, ja kanska meira sosialt.

Hvat við lógarsmíðinum. Áttu vit at lagt samfelagið meira stillt hesar dagar enn vit gera ídag? Gongdin seinastu árini hevur alt meira verið, at fólk fara til arbeiðis hátíðardagar. Ja, sum gongdin er nú, er skjótt til at eisini allir handlar fara at hava opið sunnudagar. Aftaná handlarnar fara helst onnur yrki at koma við eisini sum tíðin líður, tí, kanska júst tíð, kundu vit lagt samfelagið so stillt, sum tað nú einaferð ber til á Grækarismessu og Flaggdagin og kanska á onkrum øðrum degi við.

Serstakliga hesir báðir dagar eita ikki bert at vera eitt eitið í álmanakkanum. Taka vit ikki hesar dagar í álvara, ja, men so vóru vit teir betur fyriuttan.

NORÐLÝSIÐ