Tað verður Liljan Weihe, sum í Føroya rætti er dømd fyri ærumeiðing móti Jørgen Niclasen og sum hevur skotið dómin inn fyri landsrættin, sum skal leggja valstríðið hjá KVF til rættis.
Tað verður Liljan Weihe, sum í Føroya rætti er dømd fyri ærumeiðing móti Jørgen Niclasen og sum hevur skotið dómin inn fyri landsrættin, sum skal leggja valstríðið hjá KVF til rættis.
Fyrr í ár stevndi Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, fýra journalistar – harav trý hjá almenna Kringvarpinum – fyri ærumeiðing í sambandi við sonevnda ”Tollmálið”. Journalistarnir vóru eisini dømdir fyri ærumeiðing í Føroya rætti, men teir skutu dómin inn fyri landsrættin. Teir rættarfundirnir vera seinast í september og tískil hongur hetta málið í luftini meðan valstríðið er.
Spurningurin, sum mong hava sett sær, er, hvønn leiklut hesi tíðindafólkini kunnu hava í valstríðnum, har Jørgen Niclasen er formaður í Fólkaflokkinum og sostatt er ein av mest eyðsýndu monnunum í valstríðnum. Tí tey trý tíðindafólkini hjá KVF arbeiða framvegis í KVF. Dia Midjord er stjóri, Liljan Weihe er tíðindaleiðari og Jan Lamhauge er journalistur.
Norðlýsið hevur send stjóranum í KVF spurningin og Dia Midjord sigur, at tað verður Liljan Weihe, sum kemur at skipa valstríðið hjá KVF, sum uttan iva er mest avgerandi miðlapallurin í valstríðnum.
– Liljan Weihe er leiðari á deildini Aktuelt, og Jan Lamhauge er journalistur á deildini. T.v.s. at arbeiðsviðurskiftini eru tey somu, sjálvt um løgmaður hevur skrivað út val, og valstríðið er farið í gongd. Leiðarin á Aktuelt(Liljan Weihe, blðm.) leggur valstríðið í KVF til rættis saman við redaksjónini, og Jan Lamhauge er partur av redaksjónini, sigur Dia Midjord í svari til Norðlýsið.
Spurningurin er so, um tað er nøktandi, at ein journalistur, sum í Føroya rætti eru dømdur fyri ærumeiðing og sum hevur eitt mál hangandi í landsrættinum, skal sleppa at stýra einum valstríðið, har m.a. hennara mótstøðumaður í landsrættinum hevur ein avgerandi leiklut hjá einum av stóru flokkunum.
Kann ein slíkur journalistur vera gegnigur í valstríðnum, har hann m.a. avgerð, hvørji evnir og spurningar skulu takast upp hjá almenna Kringvarpinum?
Lógir og fjølmiðlasiðir
Í løgtingslógini um fyrisitingarlógina, sum umfatar allar almennar fyrisitingar stendur nakað um ógegni. Persónur, sum virkar innan almennu fyrisitingina, er ógegnigur um so er, at tað annars eru viðurskifti, sum kunnu hugsast at vekja iva um, at viðkomandi heldur við einum av pørtunum.
Har stendur m.a. í kap. 2 § 3 um ógegni:
Persónur, sum virkar innan almennu fyrisitingina, er ógegnigur um so er, at
1) viðkomandi sjálvur hevur ein serstakan persónligan ella fíggjarligan áhuga í úrslitinum av málinum, ella umboðar ella fyrr í sama máli hevur umboðað onkran, ið hevur ein sovorðnan áhuga.
Stk. 3. Hann, sum er ógegnigur í einum máli, má ikki taka avgerð, vera við til at taka avgerð ella á annan hátt vera við í viðgerðini av málinum.
Í leiðreglum um góðan fjølmiðlasið stendur m.a.:
2. Integritetur og ábyrgd 2.1 Tað áliggur øllum fjølmiðlum og tí einstaka fjølmiðlafólkinum at verja integritetin og trúvirðið, so arbeiðast kann uttan trýst frá einstaklingum ella bólkum, sum av politiskum, fíggjarligum ella øðrum orsøkum kunnu hugsast at vilja ávirka innihaldið.
2.2 Fjølmiðlafólk eiga ikki at átaka sær uppgávur, arbeiði, búskaparligar ella aðrar bindingar, ið kunnu skapa iva um, hvat endamálið er við kunningaruppgávuni. Tey eiga ikki at koma sær í støður, har ivi kann sáast um teirra trúvirði, og tey eiga at gáa um viðurskifti, ið kunnu ávirka gegnið hjá tí einstaka fjølmiðlafólkinum.
2.4 Fjølmiðlafólk eiga at sleppa undan uppgávum, sum stríða ímóti teirra samvitsku ella sannføring, ella sum stríða ímóti góðum fjølmiðlasiði.




