Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Er tunnilsballið liðugt?

John William Joensen

Nógv hevur verið gjørt burtur úr tunnilsdøgnum – men tvey ár eftir at tunnilin lat upp tikist áhugin fyri tunnilsdegnum at verða nógv minkaður millum handilsrekandi í Klaksvík.

Teir fýra dagarnir í árinum, tá ókeypis er at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin hava nógv fólk vitjað.

Í fyrstuni var eisini nógv gjørt burtur úr, men nú tunnilsdagurin verður leygardagin, tvey ár eftir at tunnilin lat upp fyri almennari ferðslu – tikist áhugin hjá Handilslívinum í Klaksvík – fyri tunnilsdegunum at verða nógv minkaður.

Eitt virkið Handilsfelag
Klaksvíkar Handilsfelag hevur verið sera virkið síðan Norðoyatunnilin lat upp – og felagið hevur í samband við tunnilsdagarnar givið eitt sera snotiligt handilsblað í hvørt hús í Føroyum – fýraferðir um árið.

Av teimum 64 handlum, stovnum, matstovum sum eru við í felagnum – eru tað bert 27, sum lýsa í tunnilsblaðnum hesaferð.
Bert ein lítil partur av handlunum sum eru í lýsingarblaðnum (tríggir) – reklamera við tilboðum, og tí er spurningurin um hetta er ein staðfesting av at tunnilsballið er liðugt.

Um handilislívið í Klaksvík vantar at fólk koma álíkavæl – er ein annar spurningur – men tað er sjón fyri søgn at hugurin til at gerða nógv burtur úr degnum er minkaður munandi.

Tunnilsdagarnir eru eitt sera gott høvi hjá Klaksvíkini at "branda" seg – ikki bert hjá handilslívinum – men hjá stovum, virkjum, feløgum o.ø. og tí er tað løgið at lítið og einki er at frætta um tiltøk og annað í samband við tunnilsdagin.