Tíðindaflutningurin í okkara almenna Kringvarpi Føroya (KvF) hevur seinastu tíðina savnað seg so nógv um Landssjúkrahúsið (LS), at tað byrjar at líkjast meira marknaðarføring enn óheftum public service tíðindaflutningi.
Tíðindaflutningurin í okkara almenna Kringvarpi Føroya (KvF) hevurseinastu tíðina savnað seg so nógv um Landssjúkrahúsið (LS), at tað byrjar atlíkjast meira marknaðarføring enn óheftum public service tíðindaflutningi.
Tað vekir ans, hvussu nógv og oftaKvF hevur LS við í sínum tíðindaflutningi, har næstan einki skal til, áðrennjournalistar fara leypandi oman á LS við mikrofonum og upptøkutólum.
Eitt tað mest hugvekjandi er, hvussunógv læknar og starvsfólk á LS eru í fokus, meðan sjúklingurin og hansaratørvur ikki er so áhugaverdur í tíðindaflutninginum.
Eitt dømi um henda skeivleika ernýradialysan, har tað í mong ár hevur verið stórur tørvur á, at hon eisini verður veitt á KlaksvíkarSjúkrahúsi (KS), tí tað eru nógvir sjúklingar her í norðurøkinum, sum íveruleikanum fáa eina sera vánaliga tænastu, tí tey brúka meginpartin av sínaritíð at ferðast til og frá LS og at bíða har suðuri, ístaðin fyri at tey finguhesa tænastu á KS – til frama fyri SJÚKLINGIN.
Heldur enn at lýsa slík og onnurviðurskifti, har sjúklingurin er í fokus, so velur KvF einsíðugt og ókritisktat rapporterað frá tí, sum agentarnir á LS hava á hjarta um sínar ringuumstøður, hvussu nógv betri tað er aðrastaðni o.s.f.r.
Tíðindaliga slagsíðan er somikiðógvuslig, at tað líkist meira einum avtalaðum spæli millum KvF og LS um í felagat tilrættaleggja eitt trýst á okkara politikarar, har hvítu kitlarnir á LSverða presenteraðir sum hetjur.
Læknarnir eru móðir, teir arbeiða soræðuliga nógv, og teir fáa ikki frið á nátt. Nakað soleiðis er fatanin, KvFgevur føroyingum av LS. Einki um, hvussu nógvar frívikur teir hava inn ímillumtær “strævnu” vikurnar, og heldur einki um, hvat teir fáa í løn ogeyka, tá teir arbeiða nógv.
Ístaðin verður tað einvegis boðskapurfrá læknanna síðu, at teir vilja heldur sleppa til onnur lond, har lønin er ennhægri, og vaktirnar færri – ja, hvør hevði ikki ynskt sær tað, sum hevðisloppið at valt og vraka, sum læknar gera?!
KvF hevur annars í nógv ár útnevnt segsjálvt til fremsta umboðið og skansin hjá kritiskum journalistikki í Føroyum,men tað er synd at siga, at tað sæst nógv til tað í mun til LS, har tað meir erat meta sum mikrofonhaldarí.
Hvussu ber tað til, at politikararnæstan uttan undantak verða gjørdir til skurkar (tak t.d. sendingina um Heðinog stóru útreiðslurnar hjá Tórshavnar Kommunu), men tá ið KvF fer til aðrarsamfelagsbólkar, sum í veruleikanum vinna meira í løn enn nakar politikari -ja, tá verður alt málað meira ljósareytt?
Hevði tað ikki verið eitt hugskot atlýst okkara samfelag meira nuanserað, har t.d. okkara politikarar fingu onkrarrósur aftur við kritikkinum, og har t.d. læknarnir á LS eisini vórðu lýstireitt sindur kritiskt heldur enn bara blivu róstir?
Uppgávan hjá KvF er ikki atmarknaðarføra LS, har læknar og starvsfólk eru í fokus. Nei, tvørturímóti ertað ein skylda hjá KvF at lýsa ALT sjúkrahúsverkið, har SJÚKLINGURIN og tørvurhansara eru í fokus.




