Alfred Olsen er framvegis sannførdur um, at Føroyar eru á eini skaðiligari glíðibreyt, tí stuðlar hann ikki samgonguni longur.
Avgerðina um at taka stuðulin til samgonguna aftur tók eg, eftir at málið um § 266b í revsilógini var samtykt í desember.
Tað var, og er framvegis mín sannføring, at 266b var byrjanin til eina skaðiliga glíðibreyt, sum eg ikki vil vera við til at leiða føroyska samfelagið inná. Tí tók eg stuðulin til samgonguna aftur.
Støðan hjá mær hevur síðani verið viðgjørd í tingbólkinum hjá Sam-bandsflokkinum og seinast á fundi hin 31.01.2007, har avtala var, at kundi eg vera vísur í, at líknandi mál ikki hava møguleika at vera samtykt av samgonguni, skuldi eg boða frá, at eg aftur stuðlaði samgonguni.
Út frá tí verðuleika, at § 266b var felt við stórum meiriluta fyrst í 2006, men samtykt í des. 2006, og út frá teimum signalum og ábendingum sum eg havi fingið, tá talan er um etiskar spurningar, havi eg onga trygd fyri, at slíkt ikki kann endurtaka seg, og tí stendur avgerðin hjá mær við, og eg eri framvegis ikki at rokna sum ein partur av samgonguni.
Alfred Olsen




