Felagsliðið hjá ÍF/Víkingi í bestu kvinnudeildini hevur fingið nýggjan venjara.
Felagsliðið hjá ÍF/Víkingi í bestu kvinnudeildini hevur fingið nýggjan venjara. Tað skrivar heimasíðan hjá ÍF. Erik Ernesto Nielsen skrivaði undir í dag , og skal tí venja kvinnurnar kappingarárið 2015.
Hóast Erik einans er 27 ára gamal, so hevur hann longu fleiri ár á baki, sum venjari hjá bæði kvinnum og monnum. Í ár var Erik saman við Oddi Olsen venjari hjá 1.deild hjá KÍ eins og hann í seinnu hálvu var hjálparvenjari hjá Effoliðnum hjá KÍ.




