Føroyingar meta um Premier League: Erik L. Absalonsen er næstur í røðini, har føroyingar meta um komandi kappingarár í Premier League.
Erik, sum heldur við Liverpool, tippar soleiðis um komandi kappingarár:
1. Hvør vinnur Premier League 2015/16?
Chelsea
2. Greið frá í stuttum, hví so verður?
Í fjør vóru teir nógv sterkasta liðið. Teir vóru eisini einasta liðið, sum var støðugt gjøgnum alla kappingina. Um teir sum væntað styrkja seg við einum ella tveimum klassaleikarum til hópin afturat, so dugi eg ella síggja at nakað lið klárar at gera munin upp frá í fjør.
3. Hvørji lið enda í topp 4 (í rættari raðfylgju) í Premier League?
1. Chelsea 2. Manchester United 3. Arsenal og 4. Manchester City
4. Hvør verður toppskjútti í Premier League?
Sergio Aguero (Man City)
5. Hvat er besta keypið í summar í Premier League?
Petr Cech (Arsenal)
6. Hvat lið fer at yvirraska posetivt í Premier League og greið í stuttum frá hví?
Bournemouth eru eitt gott boð eftir mínum tykki. Teir hava ein spennandi, ungan venjara, id leggur stóran dent á at spæla álopssinnadan fótbólt. Samstundis hava teir størri fíggjarliga orku enn fleiri av feløgunum teir kappast við og hava gjørt nøkur keyp, sum á skrivaraborðinum síggja fornuftig út.
7. Hvat lið verður størsta vónbrotið í Premier League og greið í stuttum frá hví?
Liverpool, tíverri. Ov fá góð keyp og hava ikki keypt inn til tey plássini har styrkur var hardast tiltrongdur (miðverja og defensivur miðvøllur). Samstundis hevur pre-season ongar greiðar ábendingar givið um, at venjarin megnar at rætta uppá feilirnir, sum vórðu framdir síðsta kappingarár. Alt annað enn ein sannførandi topp 5 plasering verdur at rokna sum eitt kempi vónbrot, og tað trúgvi eg ikki, at teir megna.




