Trøllini koma á gátt og Føroya kendastu politistar fara at halda skil, tá ið stóra barnatiltakið Kul børn í Føroyum verður í Klaksvík seinnapartin í dag.
Trøllini koma á gátt og Føroya kendastu politistar fara at halda skil, tá ið stóra barnatiltakið Kul børn í Føroyum verður í Klaksvík seinnapartin í dag.
Jógvan og Erling, sum eru vanir við bæði vill og still børn, fara at syrgja fyri, at øll fáa gott pláss í høllini og koma hoyra og síggja væl tað, sum hendir á pallinum.
Eisini fara teir at skipa soleiðis fyri, at bæði børn og vaksin fáa sín part, tá barnabarrirnar lata upp í hálvleikinum.
Umframt fjølbroytta kórsangin og stóra Kula Róta konsert, so fara Klæmint Klakk og kompaní og Trølla Pætur og Trølla Omma at
undirhalda. Tiltakið byrjar klokkan 15, men longu frá klokkan 14.30 verður undirhald og upphiting frá Talent pallinum, har Beinir Troest Rasmussen fer at vísa síni evni.




