Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ernst Vágsgarð 30 ára starvsdag hjá Landsverk

John William Joensen

Í morgun savnaðust starvsfólk hjá Landsverk til móttøku hjá Landsverk í norðoyggjum. Umboð fyri leiðsluna røddi og Árni Jacobsen, leiðari á deildini fyri inferakervi hevði yrkt ein sang

Í morgun savnaðust starvsfólk hjá Landsverk til móttøku hjá Landsverk í norðoyggjum. Umboð fyri leiðsluna røddi og Árni Jacobsen, leiðari á deildini fyri inferakervi hevði yrkt ein sang


Á 30 ára starvsdegnum hjá Ernst

Lag:Peter Kyll


Trúfastur mót LV er,

nú vit heiðra Vágsgarð her,

og tillukku vit tær øll nú vilja bera,

mangt og hvat tú rokast við,

aldri bindur nakran frið,

tí hjá LV her er altíð nokk at gera.


Altíð vil tú vera fremst,

ornar dámar allarbest,

men ei bangin er at dálka hendur tínar,

vegir tunnlar passar væl,

alt í ordan vera skal,

heldur norðoyggjar so reinar og so fínar.


Lætt hjá tær er alt sum spæl,

vegirnar tú røkir væl,

altíð klárur er hvat enn so tað man vera,

summar vetur, dag og nátt,

sólskinsdagar, stormur nátt,

dámar væl at hava ríkiligt at gera.


Av og á í Fugloy er,

og til Svínoyar hann fer,

har at kanna vegir eisini Tyrlupallar,

út á Kalsoy fara vil,

jú, á Ernst er so gott skil,

allastaðir klárur har í arbeið kallar.


Fyrr ei flutti teg eitt fet,

nú tú rennur so mong met,

runt á oyggjunum og eisini uttanlanda,

til Amerika skjótt skal,

har má gangast tær o væl,

nokk á sigurskamlinum tú kemur standa.


Forvitin sum fáur er,

veit um alt sum hendir her,

og at vera bráður eisini vit hann kenna,

biður tú hann gera ting,

fer hann beinanveg í sving,

fyri arbeið sítt hann vil so gjarna brenna.


Skipari hann eisini er,

í Nísuni runt landið fer,

hann og Ann Mari tey botnin vilja skanna,

Ernst hann heldur aldri frí,

skjótt hann hevur siglingstíð,

hvønn ein fjørðutanga hava tey nú kanna.


Innandura onkuntíð,

og at syngja kórið í,

sløkkiliði er hann eisini fastur maður

uttanlanda fer mín sann,

best í Klaksvík vera man,

vit tillukku ynskja tær ein stórur dagur.


5.juni 2015

Árni Jacobsen