Kl. umleið 4:30 í morgun lupu stór skriðulop á Viðareiðis vegnum og tað var um reppið at mannskaði ikki stóðst
Ernst Vágsgarð, sum er vegumsjónarmaður hjá Landsverk í Norðoyggjum sigur at tey 20 árini hann hevur starvast hjá Landsverk hava lopini ikki verið so ógvuslig fyrr.
– Løgreglan ringdi til mín kl. 4:30 í morgun og segði at grót var lopið oman á Viðareiðis vegin.
– Ein maður var farin av Viðareiði kl. um leið 4:00 til Klaksvíkar eftir monnum sum vóru komnir á Klaksvík við Gáshøvda. Tá teir komu í Leitisbrekkuna, var stóð skriða á vegnum og ein bilur stóð fastur í skriðuni.
– Meðan teir eru á Leitinum leypur skriða innanfyri so teir vóru fangaðir og sluppu ongan veg.
– Vit fóru síðani við einari maskinu og gróvu okkum ígjøgnum fyri at fáa teir inna aftur í Sund og síðani bleiv vegurin stongdur.
Ruðuleiki
Skriðulopinum eru líka frá Leitinum og inn til fjósið hjá Landsverk, so ikki kann sigast annað at tað í løtuni valdar ruðuleiki á Viðareiðisvegnum.
– Lopini eru sera ógvuslig og eisini er lopið undan sjálvum vegnum so enn er ógreitt nær tað aftur verður koyrandi til Viðareiðis.
– Í løtuni bíða vit til veðrið batnar, og síðani fara vit at meta um støðuna.
Tað er nógv grót sum skal fást burtur og harafturat skulu vit gera eina meting av skaðunum á sjálva vegbreytina sigur Ernst Vágsgarð við Norðlýsið.




