Sum liður í, at føroysku landsliðini skifta klædnamerki í summar, letur Landsliðsbúðin fyribils aftur. Nýggj avtala er gjørd við Erreà.
Eftir at hava spælt í Macron seinastu fýra árini, fara føroysku fótbóltslandsliðini í annað klædnamerki í summar. Nýggj avtala er gjørd við Erreà.
Erreà, ið eins og Macron er italskt, er millum annað væl kent í Íslandi. KSI, íslendska fótbóltssambandið hevði frá 2004 til 2018 avtalu við Erreà, og tá Ísland var til EM í 2016 og til HM í 2018, spældu teir í klæðum frá Erreà.
Nýggja klædnaavtalan millum Fótbóltssamband Føroya og Erreà hevur við sær, at Landsliðsbúðin, ið hevur hildið til í somu hølum sum No12, letur fyribils aftur. Tó verður framvegis møguleiki at keypa føroyska landsliðsbúnan í Nethandilinum á FSF.fo.
Eftir ætlan fara Ásla Johannesen, Hallur Hansson og hinir landsliðsspælararnir í Erreà í juni mánað, tá millum annað fyrstu dystirnir í UEFA Nations League eru á skránni. Og tá er eisini ætlanin, at Landsliðsbúðin letur upp aftur.


