Vit leita eftir einum ágrýtnum starvsfólki til okkara vinnudeild. Sum vinnuráðgevi kemur tú at finna røttu samskiftis-loysnirnar til føroyska vinnulívið.
Tú kemur at starvast fyri framkomnastu fyritøkuna á føroyska fjarksiftismarknaðinum og kemur at dagliga at hava kundavitjanir kring landið, har tú saman við nýggjum og verandi kundum finnur røttu loysninar.
Tínar uppgávur verða m.a. hesar:
- Vinnukundarøkt
- Søla av samskiftisloysnum
- Skapa nýggjar samskiftis loysnir til føroyska vinnulívið
Vit vænta at tú:
- Hevur royndir við sølu
- Hevur vinnarahugburð
- Arbeiðir væl sjálvstøðugt
- Dugir at hugsa nýtt
- Ert fleksibul
Vit bjóða:
- Tær møguleikan at flyta føroyska vinnulívið inn í framtíðina
- Eitt spennandi og avbjóðandi arbeiðspláss í rúkandi menning
- Eitt gott arbeiðspláss við nógvum starvsfólka ágóðum
Løn og setanartreytir:
Løn verður sambært avtalu millum partarnar.
Ynskir tú at vita meir um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Sigtór Andreassen, vinnukundastjóra, á telefon 502055
Umsókn við prógvskjølum skal sendast til sia@vodafone.fo í seinasta lagi mánadagin 30. oktober
Um Vodafone:
Vodafone skapar kapping á føroyska fjarskiftismarknaðinum. Við nýskapan, betri tænastum og lægri prísum til viðskiftafólk okkara gongur fyritøkan á odda at menna føroyska fjarskiftisheimin. Vodafone er ein fyritøka í vøkstri. Vit hava rokkið sera góðum úrslitum seinnu árini og standa nú fyri einum góðum fjórðingi av føroyska fjarskiftismarknaðinum.




