Leygardagin klokkan 13.00 í miðlahúsinum fært tú høvið. Tá hevur Unga Tjóðveldið landsfund, og tú fær høvi at gera tína hugsan galdandi. Tað er uppá tíðina, at vit aftur fáa ferð á eini ungdómsrørslu, tí at meiri enn nakrantíð er brúk fyri, at ung savnast. Um tú ynskir at ressast saman við øðrum ungum, so er hetta eitt upplagt høvi til at gera vart við tínar meiningar, at gera hugskot til veruleika og at gera mun. Komið og savnist um Føroyar!
Tiltakið verður í Miðlahúsinum, og skráin verður hendan:
13.00: Møta
13.20: Orðstýrari biður vælkomin.
13.30 Visión 2013
14.00: Formansrøða
14.15: Steðgur við tónleiki
14.30: Kjak um árið, ið fór
15.00: Kristina Háfoss. “Loyvir, Landsbanki og Lærdómur”
15.45: Matarsteðgur v/ Tónleiki
16.30: Rokniskapur v/ Hanus Pál
16.45: Møguligar lógarbroytingar.
16.55: Økisfeløgini greiða frá virksemi sínum og siga frá, hvør verður í landsnevndini fyri tey.
17.10: Formansval.
17.20: Nevndarval og tiltakslimir.
17.40: Lítil framløga av nýggju heimasíðuni hjá UT.
17.50: Orðstýrari kunnar um veitsluna seinni.
18.00: Endi.
20.00: Veistla fyri áhugaðum!
Um tú ynskir einar betur Føroyar, so kom og ger tína hugsan galdandi!




