Á sjómannadegnum fyri 10 árum síðan, sótu undirritaði og Kristian Martin Rasmussen umborð á Lenu og hugleiddu um hvussu ein kundi skipað sølu v.m. við nýggja skipinum, sum skuldi koma á vári 2009. Her vóru ongar kransakøkur ella nakar glóðheitur Cafe Latte á borðinum, men eitt krúss av svørtum Nés-kaffi og ein turr skipskeks, afturvið og eitt sindur av oljuroyki. Hetta var spennandi, framsøki og ikki sørt krevjandi avbjóðing fyri meg, men árræði smittar, tíbetur, og í 2008 fóru vit í gongd við North Pelagic, sum skuldi taka sær av allari søluni av frystu vørunum. Lukkuliga óvitandi um framtíðina, men ikki sørt vónríkur og droymandi um, hvat veruleikin kanska fór at bjóða.

Um hetta mundið var ongin í Føroyum sum seldi uppisjóvarfisk s.s. Loðnu, Makrel, Svartjaft og ikki minst Sild, sum táverandi Norðborg, framleiddi umborð. Hetta var framleiðsluskip, sum var keypt úr Noregi, og sum hevði roynst væl at troyta tær kvotur og rættindi sum Føroyar høvdu tilognað sær gjøgnum tíðina. Og sjálvur var eg ikki sørt fegin, tá vit høvdu selt sildafløk í 2008 fyri á leið 40 mill kr.
Okkara stásiliga far Norðborg kom til landið í mars 2009. Og við góðum treysti var fari undir at byggja uppá tað sum lunnar vóru lagdir undir við gamla skipinum, og væl hevur hepnast og eydnast. So væl, at eitt framleiðsluskip var keypt afturat, til at gagnnýta útlutaðu kvoturnar til fulnar í 2014.
Men nú hevur pípan fingið eitt annað ljóð, og sjálvur má eg bert staðfesta og siga, at hetta er eitt falskt ljóð, sum mær als ikki dámar. Fiskivinnunýskipanin sum liggur á borðinum fer at hava sera víttfevnandi avleiðingar fyri Norðborg sum framleiðsluskip, og harvið eisini okkum sum arbeiða við søluni av hesum vørum. Lat meg royna at greina hetta nærri.
Tá man brúkar tøl, og tað skulu vit, so hevur tað týdning at brúka røtt tøl. Og % og veruligar krónur og kg er IKKI tað sama. So latum okkum royna at halda okkum til nøkur reint faktuel viðurksifti.