Tað tykist vera upplagt, hvar Dion Splidt endar.
Í gjár boðaði KÍ frá, at 28 ára gamli Dion Splidt gevst á besta liðnum hjá KÍ eftir bert eitt ár. Við in.fo segði hann seinni, at hann tosaði við feløg í nærumhvørvinum. Nú tykist upplagt, hvar Dion fer at spæla í ár. Norðlýsið veit frá keldum, at barndómsfelagið AB ikki er ein møguleiki, tí Dion býr í Klaksvík. Tí bendur nógv á, at Dion fer at spæla við Skála í ár. Sum skilst hevur Skála víst Dion áhuga. Har spæla m.a. tveir av hansara liðfeløgum frá í fjør, Ahmed Mujdragic og Heðin Klakstein. Ein annar møguleiki í nærumhvørvinum kundi verið NSÍ, har venjarin Sámal Erik Hentze væl kennir Dion frá tíðini í AB. Men har eru útlitini fyri fastari spælitíð neyvan tey bestu, sum helst er ein raðfesting hjá argjamanninum í løtuni.


