Tey seinastu fýra árini, hava játtanir úr Mentanargrunni Landsins til starvslønir verið einar 120 í tali. Vit í Norðoyggjum hava bert átt niðanfyri fimm av hesum. Hetta undrar meg almikið
Tey seinastu fýra árini, hava játtanir úr Mentanargrunni Landsins til starvslønir verið einar 120 í tali. Vit í Norðoyggjum hava bert átt niðanfyri fimm av hesum. Hetta undrar meg almikið
Í Norðoyggjum, eins og í øðrum økjum í Føroyum, eru skapt mong listafólk bæði innan málningalist, tónlist og eisini skrivandi fólk, sum hava givið føroyska samfelagnum eitt gott listarligt og søguligt íkast.
Í Føroyum og í norðurlondum sum heild, hava vit eitt ótal av grunnum, sum eru stovnaðir til at stuðla okkara mentanarlívi. Fleiri av hesum grunnum bíða eftir umsóknum frá føroyskum listafólkum. Millum hesi listafólk teljast so sanniliga eisini klaksvíkingar og norðoyingar.
Tað undrar tí meg, og havi eg fingið hetta staðfest, við at hyggja játtanirnar ígjøgnum, at fólki í Klaksvík og Norðoyggjum, ikki eru tey, ið áhaldandi søkja hesar grunnar.
Hyggja vit aftur í søguna, so hava vit í okkara øki vanliga ynskt at verið sjálvbjargin, og hetta hevði sera stóran týdning langt upp í 20. øld, og var við til at geva Klaksvík ein oddasess.
Tey seinastu árini er nógv broytt, eitt nú at landskassin hevur økt um sínar inntøkur, so at nógvir stovnar og grunnar hava sæð dagsins ljós. Hetta eru stovnar og grunnar, sum vit øll eiga part í, men sum vit í okkara øki, ikki hava gjørt nóg nógva nýtslu av.
Taka vit sum dømi játtanir til starvslønir, so síggja vit, um vit taka árini 2011, 2012, 2013 og 2014, at samlaða játtanin fer til eini 120 verkætlanir. Tá ið eg fór listan ígjøgnum, skar tað meg í eyguni at síggja, at av øllum hesum játtanum, áttu vit í Klaksvík og Norðoyggjum niðanfyri 5 – ja, tit lósu rætt, fimm!
Áheitan
á borgarstjóran
Við hesum játtanum í huga, fari eg saman við mínum floksfeløgum í Klaksvíkar Býráði at heita á borgarstjóran, um at fáa ein fund í lag við okkara listafólk innan allar listagreinar. Á hesum fundi kundi verið lagt til rættis ein upplýsandi fyrilestur, sum skal eggja okkara listafólkum, sum standa fult í mát við onnur, at leggja seg meiri eftir at søkja, bæði hesar starvslønir, men so sanniliga eisini at gera meiri brúk av ymisku grunnunum. Allir hesir grunnar eru stovnaðir við tí fyri eyga, at eggja, stuðla og hjálpa evnaríkum listafólkum fram á leið.
Gunvá við Keldu
Býráðslimur




