Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eru kringvarpstíðindi álítandi

John William Joensen

Eftir at Útvarp Føroya fyri fýra mánaðum síðani hevði langa samrøðu við Kára Thomsen, sum hevði meldað Jógvan við Keldu, landsstýrismann til løgregluna, hevur miðilin ongantíð gjørt meira við málið. Nú er hetta einki mál, sigur fútin. Tað hoyrist ikki eitt kvekk frá Kringvarpi Føroya um málið.

Útvarp Føroya vitsti fyrst í desember mánað í fjør í eini yvirskrivt at siga, at " Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í innlendismálum er meldaður til løgregluna".
Málið snúði seg um, at ein Kári Thomsen hevði sitið og hugt at Degi og viku, har talan var um ein útlending í Vágum, sum varð noyddur at fara av landinum aftur, tí hesin ikki leyk krøvini fyri at fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi.
Hetta østi Kári Thomsen so mikið, at hann  meldaði landsstýrismannin til løgregluna.
Útvarp Føroya gjørdi nógv burtur úr hesi spennandi hending og legði hart út við omanfyrinevndu yvirskrivt.
Norðlýsið hevur nú spurt Jógvan við Keldu, hvat meira er hent í málinum, nú fýra mánaðir eru gingnir.

Sannleikin óinteressantur
"Ja", sigur Jógvan, heldur skemtandi, "fólk vita helst ikki, um eg siti fastur, ella eg enn gangi leysur, tí Útvarpið hevur í hvussu so er einki sagt meira um málið, og tað er sjálvandi óinteressant, um so er, at einki er í málinum, og tí eg frá fútanum havi fingið at vita, at hetta yvirhøvur ikki er nakað mál". 
"Tí fer loftborni, landskassagoldni og óhefti public service stovnurin sjálvandi ikki at koma við eini rættleiðing, tí tað gera hvørkið Útvarpið ella Sjónvarpið".

Fjølmiðlaskandala
"Lat meg siga víðari, at sjálvandi hevur ein extremistur loyvið til at øsa seg um eitt mál í Degi og viku, har tíðindaberin eisini er tendensiøsur, og síðani melda meg til løgregluna, sjálvt um einki grundarlag er fyri málinum. Tað sum hinvegin einki er minni enn ein fjølmiðlaskandala er, at tíðindaberin í útvarpinum ger langa samrøðu við hann, uttan nakað grundarlag  og at tað týðiliga kemur til kennar, at hon er í parti við honum, serliga tí, at eg ikki fái loyvi og enn ikki havi fingið loyvi til at úttala meg í málinum".

Ræðandi dømi fyri onnur
Víðari sigur Jógvan, "Hetta er eitt gott dømi av fleiri, um hvussu útlendingamál í heila tikið eru handfarin av loftbornu miðlunum, og eitt tílíkt dømi fer ikki í sjálvum sær at hækkað fjølmiðlahugburðin við eini fjølmiðlaábrygdarlóg, sum eg sjálvur fekk høvi at leggja fyri landsstýrið, tí spurningurin er eisini, um fólk fara at brúka tíð, til at reisa slík mál sum hetta".
Vit spurdu eisini Jógvan, um hann hevur ætlað at gera meiri við málið. Til tað svarar hann stutt: "Nei, tað tími eg ikki, men ein tílík hending er átalu verd. Nú eri eg politikari, og skal tola at standa fyri skotum, men hinvegin má eg siga, at eitt tílikt dømi er ræðandi, tí einki er at ivast í, og eg haldi, at tað staðfestur,  at eg eri ikki einsamallur, sum soleiðis verðið álopin orsakað av vánaligum tíðindaflutningi",
sigur Jógvan við Keldu at enda.