Harley
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eru púra ósamdir um Holland-Chile

Jákup Ósá

HM tipping: Ragnar Joensen var bara sekundir frá at hava allar dystirnar rættar í gjár, hóast fleiri óvæntaði úrslit.

Ragnar Joensen hevur líka frá degi 1 ligið aftast í HM tippi kappingini á Norðlýsinum. Men spakuliga hevur hann arbeitt seg upp eftir og í gjár var hann bara sekundir frá a taka oddasessin, tá USA var um at vinna móti Portugal, sum tó javnaði í seinastu sekundunum.

Í dag eru 4 dystir á skránni. Og eisini hesaferð eru menn ósamdir um, hvussu tað fer at spæla av. Serliga í Holland-Chile dystinum, har eingin hevur tippað tað sama. Regin Sivertsen er dagsins tippari og hann sigur soleiðis um dagsins dystir:

Holland – Chile: 1

Dystur um fyrsta plássið í bólkinum. Bæði liðini hava í hvør sínum lagið verið við í tveimum undirhaldandi dystum. Eg meti Holland sum favoritt at vinna hendan dystin. Við Robben og Robin van Persie, so megnar Chilenska verjan ikki at standa ímóti.

Spania – Australia: 1

Australia kunnu vera stak væl nøgdir við sítt íkast til hetta HM. Tann “moralska” finalan um triðja plássið stendur uppá spæl, nú vænti eg at Del Bosque fer at geva øðrum monnum kjansin, og meti eg at teir taka av. Spania at vinna við einum málið.

Cameroon – Brasil: 2

Her meti eg at Brasil eru sterkir nokk til at fáa ein sigur heim eftir skuffandi úrslitið ímóti Meksiko. 

Kroatia – Mexico: x

Ein javnleikur er nokk fyri at Mexico skal tryggja sær víðari luttøku í kappingini, vænti ikki at Marquez og aðrir fara at leggja nógv fyri offensivt, tí trúgvi eg uppá at Mexicanarir taka eitt defensivt útgangsstøði í dystinum.

Eg tippi í dag:

System 3/4 og “ligepå”:

Holland – Chile: 1

Spania – Australia (0-1): x

Kroatia – Mexico (0-1): 2

Cameroon – Brazil: 2 

Eg satsi í dag:

Spania fær reytt kort

David Luiz at skora fyri Brasil

Hinir tippa

Kristian Joensen:

Holland-Chile x

Australia-Spania 2

Kroatia-Mexico 2

Cameroon-Brasil 2

Ragnar Joensen:

Holland-Chile 2

Australia-Spania 2

Kroatia-Mexico 1

Cameroon-Brasil 2

Støðan:

1. Regin Sivertsen 17 stig

2. Ragnar Joensen 16 stig

3. Kristian Joensen 15 stig

Harleyfacadeacryl