Tann, sum má rópa um runu og skarn, hevur ikki argumentini í ordan
Sjúrður Skaale
Beint áðrenn val – ella sjálvan valdagin – verða orðini ofta hvøss. Og sannleikin verður ofta settur til viks.
Men eg má siga, at eg eri ikki sørt bilsin av fleiri valevnum.
Í dag er Karsten Hansen aftur frammi og sigur, at Tjóðveldi sær hjúnarbandið sum eitt stórt vandamál, og vil hava skrásett parlag áðrenn vit kunnu taka fullveldi. Hetta er alt samalt burtur úr vón og viti.
Miðflokkurin leggur Tjóðveldi undir at meina nakað, sum vit ikki meina, og leggur síðani eftir okkum fyri at meina tað…
Har mann vera ein øgilig desperatión. Og tað sæst eisini á málburðinum. Undirritaði verður bæði sagdur at glíða í egnum skarni, og halda til í einum runudíki…
Eg fari ikki at keglast meir um hetta. Bara at minna á, at tann, sum hevur argumentini í ordan, nýtist ikki at nýta sovorðnan málburð!
Gott val!




