Mánakvøldið farna, góvu borgarar í bygdunum í Tórshavnar kommunu ilt av sær í Degi og Viku. Staðbundnu nevndirnar verða ikki hoyrdar í býráðnum og serliga fólk í Kaldbak og á Signabø vóru ónøgd. Onkrir vóru gamlir trupuleikar, sum fleiri býráðssetur hava latið fari aftur við borðinum.
Sjálvandi royndi borgarstjórin at umbera seg og bera í bøtuflaka, men sum limur í einari staðbundnari nevnd í Klaksvíkar Kommunu, kendi man seg so væl aftur.
Tað kann saktans tykjast møtimikið at sita á fundi og raðfesta og leggja ætlanir um at fáa ting gjørd, sum antin hava staði á skrá í áravís, ella sum meira ella minni eru slept av fleiri býráðum. Ting, sum hava staði í hálvaskorti, tí tey áhaldandi detta afturum í raðfestingini hjá býráðnum og umsitingini.
Staddur í Angola í arbeiðsørindum, var ikki sørt hugstoytt at lesa yvirskriftir um fíggjarætlanina hjá Klaksvíkar Kommunu fyri 2018. Spæliland og ítróttarøki eru óiva góð ting, sum hava týdning fyri trivnaðin í býnum. Men óliðug prosjektir, sovorði sum hevur staði sum ein skendsil í mong harrans ár, dregur minst líka nógv niður.
Soleiðis er við politikkarum og fjølmiðlum. Nýggjar og skínandi ætlanir geva meira umtalu enn liðugtger av gomlum syndum. Og sjálvandi er tað munabetri fyri politisku framtíðina at gera tað í miðbýnum, heldur enn úti í útjaðaranum í kommununi. Onki nýtt í tí.
Tá røður skulu haldast við eitt jólatræð ella eitthvørt annað smávegis hátíðarhald, er so eyðsæð at siga fólki hvussu stóran týdning tað hevur fyri bygdina at barnafamiljur leggjast afturat. Men at gera teimum eitt spælipláss, tað má setast á skrá og fundast um og raðfestast til deyðis og soleiðis ganga árini.
At gera ein veg lidnan, sum hevur stað í hálvaskorti í eitt áratíggju, nei, tað er “eitt problem”.
Hvussu lítið býraðið heldur um eina slíka staðbundna nevnd, sæst eisini á uppmøtingini til fundir. Staðbundnu nevndirnar hava 4 fundir um árið. Borgarstjórin er formaður. Fyrr plagdu vit at siga at har man ikki er sjálvur, er man ikki meira enn hálvur. So man vera í dag eisini. Lítið trúgvi eg at tað ber til at passa tvey fulltíðarstørv samstundis. Nú fjóri fundurin er lokin, síggja vit at formaðurin hevur verið til ein – 1 – fund. Hann er upptikin av einum øðrum forum, sum man vera meira lukrativt, bæði politiskt og í aðrar mátar.
Nei, eg havi hug at trúgva fólki á Signabø og í Kaldbak at býráðið í Havn ikki lurtar eftir teimum, ella í minsta lagi onki leggur í hvat tey siga. Og eg havi lítlan hug at trúgva umberingunum hjá Anniku. Tí støðan er stórt sæð tann sama í Klaksvík.


