Sambært løgmanni er manglandi siðvenja fyri semjum millum samgongu og andstøðu størsta forðingin fyri breiðari semju um fiskivinnunýskipan. Tað hevur verið og er enn ein meginregla, at andstøða mótarbeiðir samgongu og umvent. Óivað er nakað um hetta, og tað tykjast úttalilsini frá floksformonnunum um fiskivinnunýskipanina eisini at benda á.
Burtursæð frá loyvisskipanini, er annars rættuliga stór semja millum allar flokkar um tær ætlanir, samgongan hevur lagt fram viðvíkjandi fiskivinnunýskipanini. Tó er Fólkaflokkurin ikki so heitur fyri at fara frá fiskidagaskipanini.
Stóri og altavgerandi knúturin vísur seg at vera loyvisskipanin, har samgongan miðar eftir eini marknaðargrundaðari skipan, sum ítøkiliga skal vera ein uppboðssøla, har vaksandi partur av fiskirættindum verða boðin út.
At Sambandsflokkurin í sínum uppleggi eisini hevur uppboðssølu, um enn bert av nýggjum og nógv øktum rættindum, ber væl boð um, at flokkurin sær uppboðssølu, sum ein nýtiligan leist at útluta fiskirættindi.
Millum Sambandsflokkin og samgonguna er tað so ikki ein spurningur um uppboðssølu ella ei, men heldur í hvussu stóran mun. Samanumtikið má tí sigast, at tað er ógvuliga lítið, sum skilir partarnar.
Fólkaflokkurin, vil ikki hoyra talan um uppboðssølu, men skjýtur tó upp, at kvotur skulu kunna keypast og seljast millum reiðarí, soleiðis at vinnan fær tillagað seg.
Men hvussu skulu hesir handlar fara fram? Er tað ikki so, at um okkurt reiðarí er sinnað at selja partar av sínum rættindum, so fer hetta til hægstbjóðandi?
Soleiðis hevur verið, og tí sær út til, at Fólkaflokkurin eisini gongur inn fyri uppboðssølu. Men tað skal bara ikki vera tað almenna, sum selur.
Nei, ikki er so langt millum partarnar hóast alt, og eg gevi skyldmanninum, Akseli Johannesen rætt í, at tað er manglandi siðvenja fyri samstarvi millum samgongu og andstøðu, sum er størsti knúturin, og ikki loyvisskipanin ella uppboðssølan.
Thormund Johannesen
Skipsførari og skipsverkfrøðingur M.Sc.




