Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ES boykottið nærkast

Norðlýsið

Í seinasta lagið 10. august verða tiltøkini sett í gildið, har m.a. føroysk skip ikki sleppa inn í ES havnir.

31. juli skulu limalondini í Europa ráðnum taka støðu til boykottið móti Føroyum. Har skulu 2/3 av limalondunum atkvøða ímóti, um boykottið ikki skal vinna ígjøgnum. Tað tykist rættuliga lítið sannlíkt, at so stórur partur fer at atkvøða ímóti. 1-2 dagar seinni kemur kunngerðarblaðið út og frá tí ganga 7 dagar til tiltøkini vera tikin í brúk. Tað merkir, at í seinasta lagi 10. august koma tiltøkini í gildi.

Tað fer at raka Føroyar á tann hátt, at makrelur og sild als ikki sleppur inn á marknaðin í ES londum. Nú er eisini greitt, at laksur ikki verður partur av tiltøkunum. Føroysk skip sleppa ikki inn í ES havnir. Heldur ikki verður loyvt at útflyta tekniska útgerð til Føroyar, sum møguliga kunnu vera brúkt umborð á føroyskum skipum, sum fiska sild og makrel.

Harleywoodpaint