Nú Ingi Samuelsen hevur sett hol á tíðindasendingarnar hendan fagra hósmorgum undir heiðum himli, leskaði hann tjóðina við nýggjheitini um, at ES-fjeppararnir báðir á Danatingi og rithøvundaduo´in Reistrup & á Rógvu skulu spjalla saman í Landstingssalinum, um vaksandi útrásina av føroyskari heilamegi.
Nú Ingi Samuelsenhevur sett hol á tíðindasendingarnar hendan fagra hósmorgum undir heiðum himli,leskaði hann tjóðina við nýggjheitini um, at ES-fjeppararnir báðir á Danatingiog rithøvundaduo´in Reistrup & á Rógvu skulu spjalla saman íLandstingssalinum, um vaksandi útrásina av føroyskari heilamegi. Í regi hjáFøroyanevndini, sum Poul Nyrup Rasmussen fekk skipaða fyri at gøllhaldaføroyingum í Ríkinum danska, og sum seinri bleiv brúkt sum politisktparkeringspláss til undirmálarar í systeminum, eitt nú hina meinaleysu PiuLarsen úr Vinstraflokkinum. Nú er ES´duoin, Edmund & Sjúrður, settir ogtjóðraðir á hesar básarnar, sum ikki kunnu brúkast til annað enn propagandasnaringtil teirra, sum av góðum grundum ikki kunnu vita betri um, hvat fyriferst ábonaðu fjalunum á Christiansborg.
Har hendir ígrundini lítið og onki, og als onki, um teir valdu onga politiska ætlan havafyri landið teir umboða. Hinvegin verða sekretariatini undirdíkt í donskumpengum, og teir skulu sjálvandi brúkast til eitthvørt. Tað ræður um at uppfinnaein gerandisdag. Hjá Edmundi man dastið fara í spunasmiðin, sum áhaldandi heldurhonum í politisku vatnskorpuni og Sjúrður hevur plantað eitt herlið av disciplum í sínar kringumstøður, og hesi hava núskrivað partapolitiska frístílin: Ja til Evropa.
Nýbrotið í hesum er, at Javnaðarflokkurin nú ætlar at lima Føroyar inn íES-samveldið sum danskt hjáland. Niðurstøðan kann ikki vera onnur, hóastoddvitar floksins, Sjúrður og Aksel, hava roynt at riðið á tveimum hestum, tiltess fyri fólksins ásjón at klúgva flokkin í tvinnar lutir, har annar parturiner fyri og hin ímóti hesum sama limaskapi. Tað var Javnaðarflokkurin sumstillaði upp og fekk mann valdan á Danating í 2011, og hesin mælir nú tilføroyskan limaskap í ES-samveldinum, og harvið er tað. Í grundini er hetta størstahendingin í føroyskari politiskari søgu í fleiri ár, tí kennist tað løgið, solítið málið verður viðgjørt í almenna rúminum.
Føroyingar søgdu ikki eitt rungandi nei til EEC-limaskap, sum danskthjáland, í 1972-73. Tað fingu teir ongantíð høvi til. Teir blivu ikki spurdir. Politiskastøðan var nú ikki so eintýðug fyrst í sjeytiárunum, sum hon seinri gjørdist.Ræðslan fyri stjórnarrættarligu støðuni og fiskivinnupolitikkinum lógu ímillum,og tað er mest av øllum Fólkafylkingini móti EEC og Tjóðveldisflokkinum fyri attakka. Trýstið av gøtuni, frá fólkinum, gøtuparlamentinum, var avgerandi íløtuni, táið tingmenn tóku avgerðina um, at Føroyar skuldu haldast uttanfyrihendan kontinentala klubban av statum, sum annars stóð í vøkstri.
Nógv er hent hesi 40 árini síðani. Tað sum seinri gjørdist eitt samveldií Europu, hevur nú sogið dastið av nationalstatunum á meginlandinum í seg, ogymiskt er hvussu tað hevur vignast á ymsu mótunum. Eitt nú hava fleiri avstatunum ligið í tungum sjógvi búskaparliga í drúgva tíð longu, og teir ana atkalla bara av kunstigum andadrátti, frá meginmotorinum, Týsklandi. Tað búgva500 milliónir fólk í hesum samveldinum og hesi umboða 20% av heimsinstjóðarinntøku, men hóast vørur, tænastur, fólk og kapitalur hava havt frítt atfara um gomlu landamørkini, so er mistrivnaðurin vaksandi í fleiri av hesumlondunum, og búskaparligi skjølurin so ringur, at útlitini eru ræðandi eitt núí Spania, Portugál, Grikkalandi og Kýpros.
Sjálvandi skulu Føroyar vera ein partur av heiminum. Sjúrður væntar, atvit gerast tað í størri mun, um vit lima okkum inn í ES sum danskt hjáland. Psygologisktfer Danmark at fylla minni í optikkini hjá okkum eftir hetta, meinar hann, menføroysk uttanríkismál eru undir donskum ræði, og tað sindrið, sum hevur verið áføroyskum hondum, man nú vera ein viðfáningur, táið vit síggja fakligumeginkompetansuna flýggja úr Tingnesi yvir í privata geiran, – tá kann tað ikkivera serliga hugaligt at virka í uttanríkistænastuni í einum landi, sum onganuttanríkispolitikk hevur.
Trupulleikin hjá Javnaðarflokkinum er og hevur verið, at hann er mestisambandsflokkur í landinum. Aksel forsømir ikki ein møguleika í almenna rúminumfyri at staðfesta hesa støðu, og Sjúrður hevur á Danatingi gjørt greitt, atFøroyar verða ein partur av danska Ríkisfelagsskapinum í allar ævir, hvussu sovíkir og vendir í ókomnum døgum. Teir vilja ikki út úr hamstrarakringekjuni –lokaðu karusellini – heimastýrinum. Hvørja ferð teir stíga eitt fet kvinkarkarusellin, men støðan broytist ikki. Botnplaseringin er okkara. Nú royna teirso eitt flikk-flakk inni í kringekjuni, við at avreiða føroysk áhugamál umvegisDanmark, koloniveldið, inn í ES-samveldið, men hetta fær ikki afturljóð í einumlandi, sum frammanundan hevur demokratiskt undirskot, og fær tað í uppafturstørri mun í nýggja lutfallinum 1:10.000.
Hesin danskt fíggjaði frístílurin hjá Sjúrði kennist eisini eitt sindurmalplaseraður í hesum tíðum, tá júst støðan á fiskivinnupolitiska økinum ertruplari enn nakrantíð, tí rætt hava teir sum halda, at okkara partur ístrandalandasáttmálunum hevur verið í lakara lagi, hóast hugsaninar kunnu veraymiskar um, hvussu hetta skal loysast. Vóru vit partur av felags fiskivinnupolitikkinumhjá ES-samveldinum í hesum døgum, var búskaparligi standurin í landinum líkaringur sum í kreppuárunum, nú botnfiskastovnarnir ikki hava verið í verristandi í okkara tíð.
Fólkatingsmaðurin hevur hesar dagarnar, meira enn hálvhjartaður tykisttað nú kortini, roynt sum frægast at verja síni sjónarmið um, at Føroyar fultog heilt skulu geva seg upp í hendurnar á ES-syteminum ígjøgnum donsku bakdyrnar.Hóast treytaleysu miðlar hansara altíð standa tøkir til eitthvørt endamál,Miðlahúsið og Portalurin/FøroyaTele, so dovnaði hendan debattin líka skjótt sumallar hinar, sum hava tikið seg upp í kjalarslóðini á øllum álitunum, sumskrivað eru um Føroyar og hendan kontinentala klubban av nationalstatum.
Havi ikki havt stundir at lurta eftir øllum kjakinum, sum hevur verið umpartapolitiska frístílin hjá Javnaðarflokkinum og Sjúrði, men í kjakinum í Degi& Viku um málið, tókti mær hjartaliga synd í nýslokta javnaðarmanninum, fólkatingsmanninum,nú hann sat yvirfyri sínum fyrrverandi meistara og harra, Høgna Hoydal, og sáút sum ein nevaleikari, ið hevði fingið tann seinasta upperkuttin, og eygunisnúraðu ráðaleys runt í høvdinum á honum. Hvussu skuldi fyrrverandi politiskiadvokaturin hjá Høgna nú eisini sannføra sín áður so høgt estimeraða harra umrættleikan av tí øvuta, sum áður hevur verið kredda hansara. Hetta gjørdistnæstan líka komiskt sum sceansan í Læraraskúlahøllini í jólavikuni í 2004, táiðSjúrður hevði Strelnikov leiklutin á avrættingarpelotongini, tá einløgtingsmaður hjá Tjóðveldisflokkinum skuldi ekskluderast. Tað eydnaðist heldurikki. Og í hesum førinum fer tað heldur ikki at eydnast, sjálvt ikki viðhjálpini frá politiska tvíburðinum í Miðlahúsinum – socialdemokratiskaredaktørinum – hinum føroyska parallellinum hjá Canis Fæcalis í javnaðarhøpi(les Brahmadellarnir blaðsíða 138, 139 og 140).
Sjálvandi skulu Føroyar vera ein partur av heiminum, men hetta málið hjáJavnaðarflokkinum fær ikki verið meira øvut, tí teir megna ikki at taka taeinastu støðuna, sum kann gera okkum til ein javnbjóðis part í altjóðasamfelagnum, tað er at loysa Føroyar statsrættarliga frá Danmark, at skipanationalstatin og síðani at fara undir at reka okkara egna uttanríkispolitikk.Tástaðni ber til at tosa um hvørjar alliansur vit skulu gera í heimssamfelagnum.Henda leið treytar kortini, at Javnaðarflokkurin flytir seg úrheimføðisalliansuni við Danmark og gerst ein partur av leið Tjóðveldisfloksins,einasta gongda leiðin, bara blokkur og aðrar imperialistiskar blokkeringarverða fingnar av vegnum.
ES: Greinin var upprunaliga skrivað til politiska pallborðið íSosialinum um vikuskiftið.




