”European Maritime and Fisheries Fund” (EMFF), hevur sent út kunningarskriv til vinnuna í ES har víst verður á møguleikar hjá vinnuni at fáa stuðul til íløgur og útbúgving av útróðrarmonnum.
”European Maritime and Fisheries Fund” (EMFF), hevur sent út kunningarskriv til vinnuna í ES har víst verður á møguleikar hjá vinnuni at fáa stuðul til íløgur og útbúgving av útróðrarmonnum.
Undir slagorðinum ”Møguleikar hjá smáum útróðrarmonnum” verður víst á at søkjast kann um almennan stuðul til íløgur og menning.
– Keyp av nýggjum fiskifari: Møguleiki er at fáa upp til 25% í stuðli í samband við nýbygging ella keyp av brúktum fiskifari, tó max 600.000 kr. Treytin er at tú ert undir 40 ára gamla, hevur arbeitt í vinnuni í meira enn fimm ár. Tú eigur ein bát sum er 5 til 30 ára gamal og báturin er minni enn 24 metur langur.
– Nýggjan motor: Møguleiki er at fáa upp til 30% stuðul fyri nýggjan motor. Ikki neyðugt at minka motororkuna.
– Íløgu í útgerð umborð: Møguleiki er at fáa upp til 80% stuðul so báturin verður betur útgjørdur til at fiska rætta slagið av fiski, meira burðardygt, at hækka góðskuna á veiðuni og til orkusparing, ella upp til 90% av útgerð sum er krav frá myndugleikanum.
– Serskildar íløgur í virðisøking: Møguleiki er at fáa upp til 80% í stuðli av íløgum í egna virðrisøking og marknaðarføring.
– Íløgur í umstøður í samband við heilsu og trygd hjá manning, kunnu fáa upp til 80% stuðul.
– Stuðul í samband við at seta arbeiðsleysan ungdóm í arbeiði umborð. Møguleiki er at fáa 300.000 kr. í stuðli í samband við upplæring av lærlingi, um eigarin er 50 ár ella eldri og lærlingurin er undir 30 ára gamal.
– Stuðul í samband við útbúgving av tær sjálvum, hjúnarfelaga ella sambúgva, netverka ella í samband við samskifti um royndir.
– Íløgur í burðadygga veiðu
– Endurgjald fyri mistar inntøkur: Upp til 6 mánaðar, fyri at steðga fiskiskapinum fyri at verja fiskastovn. Kravi er at báturin hevur fiska í minstalagi 120 dagar seinastu tvey árini.
– Stuðul fyri ráðgeving ísamband við at uppbyggja nýggja marknaðarførings strategi, virkis strategi o.so.fr.
– Stuðul í samband við gransking og fiskivinnuroyndir.




