Løgmaður hevur í brævið sunnudagin bjóða føroysku fjølmiðlunum til tíðindafund seinrapartin í dag kl 14. í samband við at landsstýrið svarar fráboðanini frá ES nevndini um ætlaði tiltøk móti Føroyum. Tiltøkini verða veruleiki um tvær til fýra vikur.
Løgmaður hevur í brævið sunnudagin bjóða føroysku fjølmiðlunum til tíðindafund seinrapartin í dag kl 14. í samband við at landsstýrið svarar fráboðanini frá ES nevndini um ætlaði tiltøk móti Føroyum. Tiltøkini verða veruleiki um tvær til fýra vikur.
Tað eru eingin útlit til at nakrar veruligar samráðingar verða millum Føroyar og ES um norðhavssildina og makrelin. Skullu partarnir møtast aftur til samráðingar er neyðugt at partarnir slaka í krøvunum og til tess eru eingi útlit.
Øll tann politiska skipanin í Føroyum stendur aftan fyri krøvini hjá Landsstýrinum um at Føroyingar hava rætt til størri part av makrel og sildastovninum.
Og politiska skipanin í Føroyum kann ikki slaka tí hetta er politiskt sjálvmorð sum hevði kostað føroyska samfelagnum dýrt. Í beinleiðis inntøkum væntar landskassin sær omanfyri 100 milliónir í tilfeingisgjaldið og aðrar 100 tals milliónir sum avgjøld og skattir av avleiddum virksemið.
Politiska skipanin er tí fastlast í einum stríði við ES sum eingin í løtuni kennir avleiðingarnar av.
Ein katastrofa fyri ríkisfelagsskapin
Vit hava ringar royndir av donskum javnaðarstjórnum. Læknastríðið, Bankakreppan fyrst í 90unum og um ein góðan mánaða ferð núsitandi danska javnaðarstjørnin at útihýsa føroyskum skipum úr donskum havnum og harafturat seta bann í gildi móti útflutningi av maskinlutum og øðrum eykalutum sum kunnu hugsast at kunna brúkast av skipum sum fiska sild ella makrel.
At talan er um eina sera trupla støðu fyri ríkisfelagsskapin er eingin ivi um, tí Fólkatingið hevur samtykt lóg sum forðar fyri at munur kann verða gjørdur á borgarum í Ríkinum
Í heimastýrislógini sum er samtykt baði í løgtinginum og í fólkatinginum stendur soleiðis í § 10:
…. Annars kann í lóggávu ella umsiting ikki verða gjørdur munur á Føroyingum og øðrum donskum ríkisborgarum………
Løgmaður vil broyta Ríkisfelagskapin
Tað kom óvart á mong at Føroya Løgmaður í Ólavsøkurøðuni segið seg droyma um ein ríkjafelagsskap við trimum javnstøðugum og sjálvstýrandi londum, men í veruleikanum undirstrikaði løgmaður at Ríkisfelagsskapurin sum vit kenna hann í dag ikki er hóskandi pallur hjá nútíðar Føroyum at virka á og tí eru broytingar neyðugar.
Tað at danska stjórnin tekur ES lóggávu fram um lóggávu um ríkið sum er samtykt á Fólkatingið vísir eisini at danska stjórnin ikki longur raðfestur ríkisfelagsskapin framalaga.
Sum víst omanfyri kann stríðið við ES neyvan loysast við samráðingum og tí verður neyðugt hjá Føroyum at fáa tey amboð sum neyðug eru til at búgva seg til eitt drútt stríð og tey eru ikki at finna í Ríkisfelagsskapinum, men í einum ríkjafelagsskapi har Føroyar hava fulla atgongd á altjóða pallinum.
Nú Ólavsøkan nærkast vanta vit at løgmaður ferð at fylgja Ólavsøkudreyminum og taka upp samráðingar við donsu stjórnina um at fremja neyðugar dagføringar av støðu Føroya – frá heimastýri til sjálvstýri. Hetta ferð heldur ikki at broyta handilsstríði við ES men fer at geva Føroyum fríðari ræsur á altjóða pallinum.




