Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ES setur fleiri sera avmarkaði tiltøk í verk móti Russlandi hósdagin

John William Joensen

ES roynir á aðrari síðuni at finna ein felags front móti Russiska áganginum í Ukraina, men samstundis vilja limalondini varðveita samhandilin við Russland á økjum sum hava týdning fyri fleiri av limalondunum. Eitt nú á orku økinum er ES sera tætt knýtt at russiskari orku

ES roynir á aðrari síðuni at finna ein felags front móti Russiska áganginum í Ukraina, men samstundis vilja limalondini varðveita samhandilin við Russland á økjum sum hava týdning fyri fleiri av limalondunum. Eitt nú á orku økinum er ES sera tætt knýtt at russiskari orku

Í dag boðar ES frá at fleiri sokallað málrættað tiltøk verða sett í verk móti Russlandi. Í veruleikanum merkir hetta at ávís russisk feløg eru rakt av handilsforðingum. Handilstiltøkini virka á tann hátt at navngivin russisk feløg ikki longur fáa fígging í ES

The Wall Street Journal, skrivar at nýggjastu tiltøkini fara málrætta eftir nøkrum russiskum oljuframleiðarum, men samstundis verður einki gjørt við russiska gas ídnaðin sum er stórveitari til fleiri av evropeisku londunum. Eftir ætlan skullu nýggju tiltøkini koma í gildi hósdagin og kærufreistin er til á middegi týsdagin.

Í juli mánaða avgjørdi ES at trý oljufeløg Gazpromneft, OAO Gazprom og Transneft umframt olju risin Rosneft vóru bannað at taka lán sum høvdu longri gjaldsfreist enn 30 dagar. Fimm bankar sum russiski staturin eigur eru eisini útihýstir frá at taka lán sum hava longri gjaldsfreist enn 90 dagar og hetta verður nú stytt til 30 dagar.

Eisini hevur ES bannað útflutningi av útgerð sum kann verða brúkt til hernaðarlig endamál.

Tað var stór ósemja um herdu tiltøkini og Finnland helt fast um sína mótstøðu til tað seinasta.

Semja var eisini at gera undantøk fyri russiskar rúmdar verkætlanir og kjarnorku ídnaðin sum framleiðir orku til privat húsarhald og ídnað.

Men sum korti omanfyri vísir er hugurin hjá ES limalondunum sera avmarkaður tá tað kemur til at seta tiltøk í verk sum raka russisku orkuveitingina til ES.

LES: ES letur endurgjald til danskar og skotskar fiskimenn

LES: Sambandi við Russland sera stóran týdning fyri Føroyar