Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Esmar Simonsen einaumboð uppá STILL trukkar

John William Joensen

Fríggjadagin var STILL- dagur á Kambsdali tá Esmar Simonsen og STILL undirskrivaðu eina 4 ára samstarvsavtalu

Petur Jacob Langgaard, stjóri hjá Esmar Simonsen, sigur at tað altíð hevur verið eitt tætt samband milliumm STILL og Esmar Simonsen.
– Men nú hava vit fingið eina skrivliga avtalu, og tað hevur ómetaliga stóran týdning fyri okkum. Vit hesi avtaluni vera vit eisini einaumboð tey komandi fimm árini.
– Eg vil meta at umleið 70 % av trukkunum í Føroyum eru frá STILL og tí valdu vit eisini at bjóða umboðum fyri vinnuna til ein sokallaðan "STILL-dag" á Kambsdali har høvið var at hátíðarhalda avtaluna.

Stjórin fyri STILL í Skandinavia, Gerner Hoppe og Jens Søndergaard, vístu filmsbrot og presenteraðu alt tað nýggjasta innan trukkar, stablarar og vognar.

Nógv fólk
Smiðjumenn úr øllum landinum vóru til staðar tá stjórin í STILL, vísti fram teir nýggjastu trukkarnar, og nógv var tosað millum føroysku starvsfelagnar, sum í dagligdegnum hava nógv við trukkar at gera.
Jákup Mikkelsen, formaður í nevndini fyri Esmar Simonsen, helt stutta røðu har hann takkaði STILL fyri gott samstarv og ynskti báðum pørtum tillukku við nýggju avtaluni.
Síðan var bjóða til súpan frá Rustin á Muntra, og vit skulu heilsað og siga at hon smakkaði framúr væl.

Petur Jacob Lamhauge sigur við Norðlýsið at tænastudeildin hjá Esmar Simonsen hevur nú sett tríggjar mans, at taka sær av tænastuni viðvíkjandi trukkum frá Still.